Lýsing
Lýsing

Filmsfelagið byrjar aftur við Maradona

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.08.2019 - 23:02 Ítrottur Mentan

Rebellur. Hetja. Svindlari. Gudur. Øll hesi heiti standa á plakatini, tá Filmsfelagið sýnir spildurnýggja heimildarfilmurin ”Diego Maradona” mikukvøldið 4. september.

 

Hetta er upptakt til dystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, sum er dagin eftir. Fótbóltskennarin og útvarpsmaðurin Suni Merkistein fer at innleiða sýningina í Filmsfelagnum.

 

”Diego Maradona” varir meir enn tveir tímar og byggir á fleiri enn 500 tímar av tilfari, sum ikki er sæð áður. Filmurin stillar hvast og nákvæmt á hin kenda fótbóltsspælaran Diego Armando Maradona, sum í dag er 58 ára gamal. Í staðin fyri at lýsa alt úr hendingaríka lívinum hjá Maradona, hevur leikstjórin Asif Kapadia, sum eisini gjørdi filmarnar um Amy Winehouse og Ayrton Senna, valt at siga søguna um fortíðina hjá argentinsku legenduni í S.S.C. Napoli árini 1984 til 1991. Hetta var eitt virkið tíðarskeið hjá Maradona: seks kappingarár, tvey heimsmeistarskap, ein kærleikssøga av skandaluslagnum, eitt barn, kokainmisnýtsla og sambandið við mafiuna. Atgongumerkjasølan er byrjað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eg skilji ikki hví tað er so týdningarmi…
Kongstrúgvir føroyingar í øldir
3-3 gjørdist úrslitið ímillum KÍ og HB í…
Málríkur javnleikur millum KÍ-HB
Mjølnir kappingin í gongd
Treysti í Íslandi
KÍ móti HB í morgin
Nú fer Sp/­f Jarðir til verka
Team Klaksvík spælir fyrsta steypadystin…
Tey kristinkonservativu svara aftur
Jonas Dal var væl nøgdur við Patrik
Mjølnir kapping byrjar í morgin
Stjórin á Heilsuskúla Føroya skilir ikki…
Lesandi á Glasi møttu borgar­stjóra úr vi…
Føroyingar helst ikki øðrvísi enn fjøld…
Broyting: Sølan útsett tveir tímar
Epli & Grønmeti av Sandi
Brandur á veg inn á Hvannasund
Fuglafjarðar kvøldskúli
Integration.fo nýggjur føroyskur miðdepi…