Lýsing
Lýsing

Alaraskúli í Klaksvík

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  |  09.08.2019 - 15:49 Politikkur Tíðindi

Tað verður stórur dentur lagdur á at víðka undirvísingartilboðini í Føroyum. Tað er gott og neyðugt í einum framkomnum samfelagi. Her er umráðandi, at vit eisini eiga at leggja dent á handalig,  praktisk og viðkomandi undirvísingartilboð. 

Alivinnan er ein av høvuðsvinnum okkara. Tí er onki meir náttúrligt enn at byrja ein  alaraskúla í Føroyum. Ein skúla, har undirvíst verður í øllum innanfyri aling. Alt annað líka verður  tað við til at hækka støðið í vinnuni. 

Í Norðoyggjum er nógv aling og 3 stórar  smoltstøðir. Tí er onki meira náttúrligt enn  at staðseta ein alaraskúla í Norðoyggjum. Í sínum náttúrliga umhvørvi og í einum øki, sum hevur givið sera nógv til alivinnuna í Føroyum.  

Tað verður ofta ført fram, at vit ikki skulu flyta verandi  stovnar og skúlar. Harafturímóti tá talan er um nýggjar stovnar og skúlar,  kunnu teir leggjast aðrastaðni enn í Havn. Í hesum førinum er talan um nýggjan skúla. Tað  verður sostatt ikki talan um nakra flyting í hesum førinum.   

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingskvinna og valevni fólkafloksins

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trump
Firmport ósakliga viðgjørt í kanning a…
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…