Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í kvøld spælir Killer Queen

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  08.08.2019 - 13:22 Mentan Tíðindaskriv

Summar Festivalurin byrjar av álvara í dag

Í dag byrjar 16. Summar Festivalurin, og í kvøld verður stórfingin Queen fagnaðarkonsert á Vágsbø.

Fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali verður í Tjaldinum í kvøld kl. 19.00. Tá fer unga songkvinnan Victoria á Lakjuni at spæla við bólki. Í kvøld ber eisini til at hoyra Marius Ziska og Grandma’s Basement, sum í ár spæla á stóra palli, Nalja, svensku Elona Planman og Eyðun Nolsøe.

Eitt av útlendsku høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum er bretski bólkurin Killer Queen, sum ferðast kring heimin at halda serligar Queen fagnaðarkonsertir. Bólkurin er væl umtóktur og spælir sannførandi stóru hittini hjá Queen – millum annað Bohemian Rapsody, We Are The Champions og We Will Rock You.

Konsertirnar á Summar Festivalinum halda fram til kl. 02.00 í nátt.

Seinnapartin kl. 14:00 fer karnivalgonga at seta gongd á Summar Festivalin. Tá fara Silvi, Gula Bamsan, víkingar, dansarar og onnur at ganga skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum og heim í Badmintonhøllina, har Silvaland letur upp. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elin hjá Ottu 90
Eru vanligar búskaparreglur galdandi í F…
KVF - ikki gott nokk!
EB/­Streymur og Jákup Martin halda fram
Børn og ung við ymiskum avbjóðingum hægs…
Fleiri áarlop hesa vikuna
Hagafundur fyri Strandahaga
Lands­stýrið brýtur stýrisskipa­nar­lógina
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt l…
Núpur landar hósmorgunin
Tónlistar­skúlin jóla­konsert í Miðhøllini
Kvikk landaði á Kósini í morgun
Kina keypir 8% av føroyska útflutninginu…
Navnið er Nema
Eydnuhjól 15. desember í Skálanum
Stóra Jóla­blaðið á breddanum
Jákup B landar á Kósini í dag
Gullbrúdleyp - Julia og Randal
VP: Fútin fer ikki víðari við málinum um…
Norðlýsið á gøtuni
Lýsing