Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú stundar til val

SKRIVAÐ: Anna Margretha Otthamar  |  09.08.2019 - 17:19 Politikkur Tíðindaskriv

Leingi hevur verið bíðað og vónað, at val fór at verða útskrivað og ENDILIGA upprann dagurin, tá løgmaður lýsti val at verða 31. august.

Eg hevði ikki hugsað, at eg fór at bjóða meg fram sum valevni, men gongdin seinnu árini fær meg at gera hetta kortini. 

Eg vil fegin vera við til at umboða eina aðra kós, ella rættari sagt, rætta kósina upp aftur, sum vit hava drivið burtur frá so leingi. 

Tað sýnist sum at politikarar tora ella vilja ikki lata demokratiið virka fult út. 

Eitt mál, ið hevði so stóran týdning, at tað sjálvsagt átti at verið latið fólkinum at avgera við fólkaatkvøðu, var hjúnabandslógin. Demokrati merkir jú, at lata fólkið alt fáa ávirkan.

Aðrar og eins víðfevndar broytingar standa eyðvitað á dagsskrá hjá teimum flokkum, ið hava valdað hetta farna fýra ára valskeiðið, broytingar sum vilja gera óbótaligan skaða fyri land og fólk okkara og serliga fyri komandi ættarlið.

Í Føroyum ber væl til at gera lógir, ið hóska til okkara viðurskifti og ynski, heldur enn at leypa á leistum aftaná rákinum aðrastaðni frá.

Tekur tú undir við, at vit í Føroyum sjálvi stýra og seta dagsskránna framyvir til landsins og fólksins besta, so gev mær tín stuðul á løgtingsvalinum 31. august.

Set kross við Miðflokkin ella eitt av valevnum hansara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elin hjá Ottu 90
Eru vanligar búskaparreglur galdandi í F…
KVF - ikki gott nokk!
EB/­Streymur og Jákup Martin halda fram
Børn og ung við ymiskum avbjóðingum hægs…
Fleiri áarlop hesa vikuna
Hagafundur fyri Strandahaga
Lands­stýrið brýtur stýrisskipa­nar­lógina
Kinesiskir myndugleikar hava ikki hótt l…
Núpur landar hósmorgunin
Tónlistar­skúlin jóla­konsert í Miðhøllini
Kvikk landaði á Kósini í morgun
Kina keypir 8% av føroyska útflutninginu…
Navnið er Nema
Eydnuhjól 15. desember í Skálanum
Stóra Jóla­blaðið á breddanum
Jákup B landar á Kósini í dag
Gullbrúdleyp - Julia og Randal
VP: Fútin fer ikki víðari við málinum um…
Norðlýsið á gøtuni
Lýsing