Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bátarnir frá Summarfestivalinum sigla heim

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  11.08.2019 - 17:42 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í morgun kl. 11 fóru teir fyrstu bátarnir avstað aftur, sum høvdu ligið við snotiligu bátabryggjurnar í Klaksvík.

Sólin stakk eisini snútan fram og heilsaði bátunum góða ferð, tó at tað var eitt passaligt høgættarlot, tá ið teir fóru.

Øll lótu tey væl at umstøðunum og bryggjuni annars. Tey vóru serliga fegin um suðurlendska veðurlagið, vit høvdu hósdagin og fríggjadagin, tá ið alt bátaøkið var at líkna við bryggjurnar í Monaco.

Tað hevur rættiliga vundið uppá seg við stórum og snotiligum stuttleikabátum, og visti ein at siga, at í fjør komu ein stuttleikabátur um vikuna. Tí verður helst umráðandi enn betur at kunna fylgja við kring havnalagið, tí hesir bátar fara helst at krevja meir, sum frá líður.

Vanliga, tá ið skip og bátar leggja frá landi, er talan um at halda skil á og loysa endar. Men í morgun vóru nógvar borimaskinur frammi, fyri at avriggað tær landgongir og trygdarskipanir við m.a. neti, sum gjørdar vóru til bátarnar, áðrenn bátarnir kundu loysa.

Við heilsan um góða ferð, takkaðu bátarnir fyri hesa ferð – eisini fyri ein frálíkan Summarfestival, og gleddu seg longu til næsta Summarfestival. Tó verður Føroya Sjómannadagur komandi vikuskiftið, so onkur valdi at bíða til tá, við at fara heim aftur.

Heimi við stóra pall var alt longu avriggað, og var tað sum í sanginum: “Har summargrøna velta var, bert slokkastrúgvar spjaddir” – og bert nakrar fáar likkur flugu uppiyvir, tí einki var eftir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund