
Politiskur valfundur á Skúlatrøð
Mikukvøldi 14. august verður valfundur í Miðhøllini á Skúlatrøð har øll valevnini, sum eru uppstillað í Norðoyggjum, sleppa framat at greiða veljarunum frá sínum boðskapi. Fundurin er partur av skránni hjá Føroya Sjómannadegi, sum byrjar í morgin.
Øll valevni, sum eru uppstillað í Norðoyggjum fáa høvi og nakrar minuttir at siga teirra hjartans meining, nú løgtingsvalið stundar til, og í skrivandi stund eru trý fólkafloksvalevni, tvey sambandsvalevni, fýra javnaðarvalevni, tvey sjálvstýrisvalevni, trý tjóðveldisvalevni, eitt føroyafloksvalevni og eitt miðfloksvalevni til dystin fús.
Valevni úr Norðoyggjum eru skilmarkað soleiðis, at tey eru uppstillað av valfeløgum í Norðoyggjum.
Áhoyrarar kunnu seta spurningar til valevnini bæði munnliga og skrivliga. Vónandi verður eitt gott kjak millum politikararnar.
Jóhann Lützen, samfelagsfrøðingur og stjóri á Norðlýsinum, verður orðstýrari og hevur eisini spurningar til flokkarnar.
Fundurin verður mikukvøld 14. august í Miðhøllini á Skúlatrøð og byrjar kl. 20.00
Hetta er fyrri fundur av tveimum hjá valevnunum, sum eru uppstillaði av valfeløgunum í Norðoyggjum. Tann seinni fundurin verður eftir ætlan mikudagin 28. august.