Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Brandur Arnoarson stillar upp fyri Tjóðveldi

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  12.08.2019 - 14:45 Politikkur Tíðindaskriv

Skynsamur fíggjarpolitikkur, har vit arbeiða við svingningunum í konjunkturinum, og har tað almenna ikki kappast við tað privata í vinnum við fløskuhálsum, umframt avmarkingarnar í handilspolitikkinum eru millum tey týdningarmestu málini at arbeiða við, sigur Brandur Arnoarson.

- Vit hava nú havt góðar tíðir í føroyska búskapinum. Hetta er sera gleðiligt, men førir eisini til avbjóðingar við fløskuhálsum, serliga í byggivinnuni. Tá tíðirnar eru so góðar, er sera týdningarmikið at tað almenna ikki kappast við privatu vinnuna um arbeiðsmegina í hesum vinnum. Konjunkturarnir svinga í búskapinum, og tí er tað týdningarmikið at seta meira pening til síðis í góðum tíðum og nýta hendan pening til at minka um niðurgangandi svingningarnar. Hetta hevur verið nevnt fleiri ferðir tá tosa hevur verið um føroyskan politikk, men tað verður oftast ikki fylgt, helst tí hetta ikki gevur eitt úrslit man kann síggja beinanvegin.

- Vit mugu byrja at arbeiða við konjunktursvingningum. Við einum skynsamum búskaparpolitikki klára vit saktans at reka eitt føroyskt samfelag, ið megnar at standa ímóti niðurgangdi gongdum í búskapinum uttan at tað hevur stórvegis ávirkan á samfelagið, sigur Brandur Arnoarson.

Harumframt eru tað avmarkingar í handilspolitikkinum, sum Brandur vísir á.

- Ein sterkur búskapur krevur eisini samstarv við umheimin. Onki land í heiminum klárar seg uttan handil, og við handilsavtalum millum lond kann hesin handilin gerast nógv betri fyri búskapin. Uttanríkispolitiska heimildarlógin er avmarkandi fyri hvussu vit sum land umboða okkara áhugamál úti í heimi og gera avtlur. Hetta kann ikki góðtakast, og mugu vit tí krevja at hendan lógin verður broytt, so vit í framtíðini uttan avmarkingar kunnu umboða okkara áhugamál í altjóða samfelagnum, sigur Brandur Arnoarson.

Brandur er 28 ár, búsitandi í Hósvík og lesur KT-verkfrøði á Setrinum. Brandur arbeiðir harumframt sum durðavørður á skeinkistaði.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Jólaguds­tænasta hjá Javna
Klaksvíkar Sjúkra­hús sett serlækna
Eitt sindur av vindi aftur í dag
Mjølnir toppdyst í kvøld
Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin
Mjølnir vunnu móti ÍF
Høgtíðin yvir teimum øllum
Lýsing