Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

At stytta arbeiðsvika kostar meira enn hálva milliard

SKRIVAÐ:  Helgi Abrahamsen, valevni fyri Sambandsflokkin  |  12.08.2019 - 19:41 Politikkur Tíðindaskriv

Eg síggi, at summi valevni eru farin at bjóða veljarunum eina styttri arbeiðsviku. Vikan skal styttast úr 40 niður í 37 tímar, og kortini skal lønin ikki lækka.

Tað eru uttan iva nógvar góðar grundir til at stytta arbeiðsvikuna, men sum við øllum øðrum, so er tað ikki ókeypis. Um øll skulu arbeiða styttri og kortini fáa somu løn, so merkir tað, at fleiri fólk skulu til, fyri at fáa sama arbeiðið gjørt, og lønin hjá teimum verður ein eyka útreiðsla hjá arbeiðsgevaranum.

Minsta tímalønin er í løtuni 132,24 krónur. Tríggir tímar við hesi lønini kosta 396,72 krónur um vikuna fyri hvørt starvsfólkið.

Sambært Hagstovuni vóru 27.424 arbeiðstakarar í Føroyum í apríl í ár. So vit tosa um ein samlaðan kostna á 10,9 mió. krónur um vikuna. Tað gevur meira enn 550 mió. krónur um árið tilsamans.

Í lønarbólkinum ”Almenn tænasta” vóru 9.840 arbeiðsfólk í Føroyum í apríl. Tað merkir, at almennu kassarnir skulu rinda meira enn 200 mió. krónur eyka fyri hetta vallyftið. Privata vinnan skal so rinda hinar stívligu 350 milliónirnar.

So hóast talan kann vera um eitt spennandi lyfti, sum kann hjálpa onkrum at verða valdur, so er tað altso ”ikki heilt ókeypis”.

 

 Helgi Abrahamsen

valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Jólaguds­tænasta hjá Javna
Klaksvíkar Sjúkra­hús sett serlækna
Eitt sindur av vindi aftur í dag
Mjølnir toppdyst í kvøld
Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin
Mjølnir vunnu móti ÍF
Høgtíðin yvir teimum øllum
Lýsing