Lýsing
Lýsing

Danskt persónstal eftir tørvi er ein sjálvfylgja

SKRIVAÐ: Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum  |  13.08.2019 - 10:04 Politikkur Tíðindaskriv

Ung, sum ætla sær til Danmarkar í lestrarørindum, og øll, ið hava tørv á effektivum samskifti við danskar myndugleikar, eiga skjótast gjørligt at fáa danskt persónstal og NemID, um tey ynskja tað. Landsstýrið hevur forðað hesum seinastu fýra árini

Tey, sum á ólavsøku fingu játtað útbúgvingarpláss á donskum lærustovnum, fegnaðust helst stórliga um játtandi svarið úr Danmark. Men so komu praktisku spurningarnar, hvat við t.d. SU ella barnaansingarplássi í Danmark, sum fleiri eisini hava tørv á?

Alt samskifti við danskar myndugleikar fer fram við NemID, sum bara fæst við donskum persónstali, sonevndum CPR-nummari. Øll tey, ið einki CPR-nummar hava, noyðast tí at bíða við at loysa hesar praktisku spurningar, til tey hava flutt bústaðin til Danmarkar. Eg havi seinastu dagarnar hoyrt nógvar søgur um fólk, sum stríðast hetta óneyðuga stríðið. Hetta er ein alt ov tung mannagongd, tá hugsað verður um, at vit eru danskir ríkisborgarar í ríkisfelagsskapi við Danmark. Tí eigur hetta málið at loysast skjótast gjørligt eftir løgtingsvalið.

Tey, sum eru fødd í Føroyum og ongantíð hava búð í Danmark, hava sambært galdandi reglum ikki atgongd til danskt persónstal. Føroyingar í hesari støðuni, sum fara á donsk sjúkrahús, fáa eitt sonevnt umsitingarligt persónstal í Danmark. Men hesar reglur kunnu uttan nakað hóvasták ígjøgnum ríkisborgararættin víðkast til at fevna um allar føroyingar, sum hava tørv á effektivum samskifti við danskar myndugleikar. Undanfarna danska stjórnin var sinnað at broyta hesar reglur, men sitandi landsstýri vísti ongan áhuga fyri hesum.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi tók fyri nøkrum árum síðani m.a. henda spurningin upp í einum uppskoti til samtyktar um at beina av vegnum allar slíkar markaforðingar millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum. Men so tók sitandi samgonga við í Tinganesi, og hóast danskir myndugleikar hava sagt seg sinnaðar at geva øllum føroyingum, sum ynskja tað, danskt persónstal, so hevur landsstýrið tvíhildið um hesa markaforðingina í staðin fyri at lætta um hjá øllum teimum føroyingum, ið hava ørindi hjá donskum myndugleikum. Sjálvandi skal hetta málið loysast, eins og vit ígjøgnum ríkisborgararættin góvu øllum føroyingum, sum ynskja tað, atgongd til reyða ES-passið.

 

Bárður á Steig Nielsen

formaður í Sambandsflokkinum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trump
Firmport ósakliga viðgjørt í kanning a…
Ikki við valdi og ikki við kraft, men vi…
Betri tíð til barnið
Eg flenni í andglettinum
Heilsu-og sjúkrarøktin á dagsskrá!
Politiskt hugnakvøld í Jaqson fríggjakvø…
Skert KÍ-lið á Eiði sunnudagin
Trivnaður – Tey við serligum tørvi, hava…
21 nýggj starvs­fólk byrja á Varðanum Pel…
Gøtan løgd
Reglan um “hands” kemur í gildi komandi…
Fysiskt kring landið, mentalt í Havn
Tilmeldingardagur hjá Stjørnuni
Hittust fyrstu ferð týskvøldið eftir sp…
Norðlýsið og løgtingsvalið
Avreiða á Eiði í dag
MEST yvirtekur nýggja havrannsók­nar­skipi…
Bústaðarviðurskifti
KÍ hevur átta stig færri enn B36 í næsta…