Lýsing
Lýsing

Fiskivinnan og alivinnan líknandi karmar, ið tryggja langtíðar framburð

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim, Sjálvstýri  |  13.08.2019 - 18:52 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Við nýggju fiskivinnunýskipanini eru karmarnir hjá fiskivinnuni gjørdir munandi verri. Hesar umstøður skapa ikki framburð og virkishug. Heldur hava tær óvissu og ótryggu umstøðurnar við sær, at vinnan himprast við at taka kjansirnar, sum hon annars ger í góðum tíðum – útbyggingar, nýbyggingar, nýggjar vørur og annað.

Tí verður tørvur á tillagingum, ið kann tryggja lantíðar framburð, tryggar karmar og nýggjar íløgur.

Trupulleikin hjá vinnuni tóktist vera, at tíðirnar blivnar ov góðar, og vinnan gjørdist ov dugnalig, og tað kann sum vera man skapa øvundarkenslu og hug at broyta viðurskiftini. Tosað varð um, at vinnan fekk virðini ókeypis og kundi ríka seg upp. Sjálvur haldi eg at vit eiga at fegnast um, at vinnan hevur verið við at skapa ovurhondsstóru virðini við dugnaskapi og framfýsni, og at virksemið kastar av sær allastaðni í samfelagnum – bæði í privatum og almennum kassum.

 

Alivinnan og fiskivinnan líknandi treytir
Alivinnan og fiskivinnan eru líknandi vinnur, men teirra treytir at virka eru sera ymiskar. Alivinnan hevur munandi fastari og tryggari karmar at virka undir enn fiskivinnan, eitt nú 12 ára loyvir, og har fáa tey arbeitt meira langsiktað og miðvíst. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at alivinnan lá á knøunum og í grundini hevði rent seg fasta orsaka av sjúku. Nú er føroyska alivinnan krútsterk og stendur seg í kappingini við risastórar altjóða fyritøkur.

Alivinnan hevur ongar menningarkvotur ella uppboðssølu. Hetta er heldur ikki vegurin fram í fiskivinnuni. Fiskiskapur hevur nóg nógvar óvissur í sær sjálvum, og tí er tað ikki loysnin at skerja flogið hjá sterkum reiðaríum.

Alivinnan er eisini við til at leggja pengar í privatar og almennar kassar. Alivinnan hevur til dømis tøkugjald, sum verður ásett eftir marknaðarprísinum á laksi. Lægri prísurin er, minni skulu alifyritøkurnar gjalda í tøkugjaldi. Hægri prísurin er, lutvíst meira skulu alifyritøkurnar gjalda. Hetta ber til at fyrihalda seg til bæði í viðgongd og mótgongd á marknaðinum. Hetta tøkugjald kundi verið brúkt í fiskivinnuni, og hædd tikin fyri fiskasløgum og fiskihátti. Tað hevði í øllum førum skapt tryggari umstøður enn ein uppboðssøla. Vit síggja, at føstu karmarnir hjá alivinnuni hava við sær, at vinnan er før fyri at gera milliardaíløgur, finna nýggjar marknaðir og støðugt gera útbyggingar kring landið.

 

Vinnan stuðlar uppskotinum hjá Sjálvstýri

Longu tá ið hendan samgongan varð stovnað, søgdu vit hart og týðiliga, at alivinnan og fiskivinnan áttu at fáa líknandi karmar, men samgongan vendi deyva oyra til. Tí fegnist eg um, at undirtøkan gerast størri fyri hesum uppskoti, sum fer at geva vinnuni nógv betri karmar at virka undir.

Í samband við nevndarviðgerðina av fiskivinnuuppskotinum hjá landsstýrinum, var Reiðarafelagið eisini inni og hevði sínar viðmerkingar. Teir vístu heilt greitt á, at teir fegnir vilja gjalda eina ávísa upphædd, men fortreytin er  trygg viðurskiftir, so ein kann leggja arbeiðið tilrættis, so meiri menning og framburður kann skapast. Eisini vísti teir á ein útrokningarhátt, ið minti um frymilin hjá alivinnuni, sum kann skapa betri fortreytir fyri komandi íløgur í eina spennandi vinnu landi og fólki at frama.

Eg fari at gera mítt ítarsta til frama fyri land og tjóð. Sjálvstýri er trygdin fyri, at vinnan fær bestu og tryggastu karmar, so hon kann vaksa og styrkna.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…
Fer grøna orkuskiftið at kosta okkum kas…
1.deild hjá KÍ spælir sín síðsta heimady…
Bretland og ES hava gjørt avtalu um Brex…
Takk til tykkum mongu ið hava stuðlað ok…
Londonbúgvar  í øðini inn á ”verðurlags-…
Loysnin á kreppuni í Katalonia er samrøð…
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Semja um ábøtur í handils­sáttmála­num mil…
Føroyar mugu mótmæla, stuðlið Catalanien…
Beinta spyr um asfaltsverkið á Sundi