Lýsing
Lýsing
Lýsing
Niels Mortensen, nevndarformaður, Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, Henrik Søndergaard og Bjarke Hansen frá Primo Tours avmyndað í Bø, tá ið nýggja samstarvsavtalan varð undirskrivað seinnapartin í dag.  | Mynd: Benjamin Hansen

Atlantic Airways úr trimum upp í fýra flogfør í 2020

SKRIVAÐ: Atlantic Airways  |  13.08.2019 - 07:00 Tíðindaskriv Vinna

Atlantic Airways hevur sum sítt fremsta mál at knýta Føroyar nærri umheiminum til frama fyri føroyingar og føroyska samfelagið. Felagið gongur á odda fyri at menna eitt reguligt og nútímans flogsamband við útheimin við nýggjum farleiðum beinleiðis úr Føroyum og einum vaksandi útboði av flogsetrum.

Tí er tað við gleði, at Atlantic Airways nú kann kunngera, at enn ein umráðandi varði er náddur, tí nú hevur felagið gjørt av, at føroyski flotin veksur úr trimum upp í fýra flogfør, tá ið næsta Airbus 320neo flogfarið kemur í maj 2020.

- Vit hava staðfest, at tørvur verður á fýra flogførum fyri framhaldandi at veita okkara trúføstu kundum á flogleiðunum til og úr Føroyum eina góða og støðuga tænastu. Fýra, heldur enn trý, flogfør lata upp fyri fleiri møguleikum, og vit gerast harvið eisini meira fleksibul. Tó er eisini neyðugt at fáa inntøkur fyri avlopsorku, serstakliga í lágárstíð. Tí hava vit í dag undirskrivað eina trý ára samstarvsavtalu við donsku ferðaskrivstovuna Primo Tours, ið tryggjar, at avlopsorkan verður gagnnýtt, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Samstarvsavtalan hevur við sær, at flogfør hjá Atlantic Airways komandi árini fara at flúgva fyri Primo Tours úr Jútlandi til ymisk ferðamál sunnanfyri.

Ferðavinnan er ein sera týðandi liður í einum betri og fjølbroyttari ferðasambandi út í heim. Tí gongur Atlantic Airways undan, tá ið tað kemur til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, og somuleiðis er felagið við til at menna ferðavinnuna her heima millum annað við nýggja Hilton Garden Inn Faroe Islands hotellinum, sum letur upp á sumri 2020. Harumframt fer Atlantic Airways eisini at flúgva alt árið beinleiðis úr Vágum bæði til Edinburgh og París, umframt at summarflúgvingin til Aalborg verður longd og eisini verður pláss til enn meira #SÓLUMVETURIN á Gran Canaria.

Komandi ár fer Atlantic Airways sostatt at flúgva beinleiðis úr Vágum til Keypmannahavnar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Gran Canaria, París og væntandi eisini nakrar túrar til New York. Fleiri av farleiðunum eru í code share samstarvi við KLM og Air France, og útboðið av flogsetrum verður størri enn nakrantíð áður.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund