Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvík verður vinarbýur við Skt. Pætursborg

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  14.08.2019 - 11:55 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Klaksvík verður nú vinarbýur við týðandi russiskan stórbý.

Samskifti hevur verið millum býirnar í eina tíð, og nú eru býirnir samdir um at taka upp vinarbýarssamstarv.

Skt. Pætursborg er týðandi býur í Russlandi, sum er ein av størstu marknaðum hjá Føroyum fyri fisk og laks. Klaksvík er fiskivinnubýur, og tí eru stórir møguleikar í tøttum samstarvi við býin. Hetta er eisini ein liður í ætlanunum hjá meirilutanum um, at menna samstarv við býir sum geva serligar møguleikar fyri vinnulívið og fiskivinnuna.

Skt. Pætursborg er við sínum stívliga fimm milliónum íbúgvum næststørsti býur í Russlandi. Í umleið 200 ár var býurin høvuðsstaður í Russlandi. Eitt skifti í 20. øld hevði býurin almenna navnið Leningrad, men í 1991 fekk býurin gamla navnið aftur. Skt. Pætursborg er havnabýur har vesturi í Russlandi við atgongd til Eystrasalt, og býurin hevur natúrligt samband við norðurlond og vesturheimin sum heild. Skt. Pætursborg er kendur sum livandi býur innan vinnulív, mentan, útbúgving, list og ítrótt og er heimstaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin.

Klaksvík fer serliga at hava samband við vakra býarpartin Pushkinsky, og ætlanin er at samstarva innan vinnu, mentan og ítrótt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsuhjálparar lokið prógv
ÍF ætlar at taka seg saman
Vil fáa lív í býin
Sjóhitin veitir kulda til skoytubreyt­ina…
Navnakapping
Vinkonur hugna sær á Norđurjól
Jóla­trø­ini í Kalsoynni tendra í kvøld
Útróðrarmenn í dýrastu neyð
Deildar­stjó­rin á Vørn: Tað er munur á Næ…
Mjølnir vunnu oddadystin
Diamant­brúdleyp - Edith og Páll
Uppskot til “Ársins Rósu”
Víkingur hevur skift nakað út
Jólaguds­tænasta hjá Javna
Klaksvíkar Sjúkra­hús sett serlækna
Eitt sindur av vindi aftur í dag
Mjølnir toppdyst í kvøld
Kim Kielsen vitjar Føroyar í morgin
Mjølnir vunnu móti ÍF
Høgtíðin yvir teimum øllum
Lýsing