Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vakurleikakappingar eru hvørki vakrar ella kappingarkendar

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  14.08.2019 - 23:27 Politikkur Tíðindi Vinna

Komandi leygardag er ársins Sjómannadagur í Klaksvík. Sum siðvenja er, fær fiskimálaráðharrin æruna av at seta Sjómannadagin 2019 og í tí sambandi at handa heiðursmerkir til ársins bestu skip og bátar. Men Høgni Hoydal valdi longu fyrr í summar ársins vinnarar av menningarkvotum, har valið fall á seks verkætlanir hjá fyritøkum á Sandoynni og í Suðuroynni. Útlutingin av menningarkvotum fer fram eftir einum leisti, ið búskaparfrøðingar vanliga nevna vakurleikakapping, hóast hesin útlutingarháttur hvørki er serliga vakur ella nøkur verulig kapping.

Vakrasta verkætlanin vinnur, men onkur tapir

Flestu okkara munnu kenna til vakurleikakappingar frá sjónvarpinum, har vakrar ungar kvinnur kappast um heiðurin at verða kosin ársins vakrasta sprund. Ofta skulu tær ganga nakrar ferðir aftur og fram á pallinum í so fáum pløggum sum gjørligt, soleiðis at vakri kroppurin kemur til sín rætt. Onkuntíð skulu tær svara upp á nakrar einfaldar spurningar um, hví júst tær skulu fáa heiðurin, har svarini stórt sæð eru avtalaði áðrenn.

Men hvat hevur hetta við fiskivinnu at gera? Jú, tá lógin um fyrisiting av sjófeingi bleiv samtykt í desember 2017 við virknaði frá 1. januar 2018, komu vakurleikakappingar inn í føroysku fiskivinnuumsitingina sum ein møguligur útlutingarháttur. Tá eg sum formaður í serfrøðingabólki á sumri 2016 legði síðstu hond á frágreiðing um fiskivinnunýskipan, fekk eg annars greið boð frá landsstýrismanninum í fiskimálum, at vakurleikakappingar ikki skuldu vera partur av tilmæltu skipanini í frágreiðing okkara. Tvørturímóti skuldu øll rættindi bjóðast út yvir ein marknað – ella á uppboðssølu. Nevnast skal tó, at vit onki ynski høvdu um at viðmæla vakurleikakapping sum útlutingarhátt, hóast vit ynsktu fríari teymar at greina blandingsskipanir.

Politikkur er ”det muliges kunst”, og í tilgongdini frá frágreiðing til lógarverk um fiskivinnunýskipan hevði samgongan telva fleiri grundleggjandi broytingar inn í skipanina. Millum hesar vóru menningarkvoturnar, har fiskimálaráðharrin verður heimilaður at útluta í mesta lagi 8,5% av árligu fiskirættindunum til verkætlanir, sum ein metingarnevnd av serfrøðingum ger tilmælir um. Greitt er tó, at tá onkur vinnur hesa vakurleikakapping, tapir onkur annar – tí tilfeingi er avmarkað.

Metingarnevndin skal taka støði í kunngerð frá fiskimálaráðharranum og lógini um fyrisiting av sjófeingi. Í lógini verður ásett, at menningarkvoturnar skulu latast í mun til, hvussu verkætlanirnar kunnu hugsast at stuðla undir virksemi í ávísum økjum í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, arbeiðsloysið er stórt ella fólkatalið støðugt minkandi. Eitt sindur sum í veruligu vakurleikakappingini, har dómarnir upp á forhond hava sagt ungu kvinnunum røttu svarini, ásetir kunngerðin nakrar treytir, sum umsøkjarar skulu leggja dent á í teirra umsóknum um menningarkvotu. Harnæst skal hyggjast eftir øðrum meira vakurleikakendum eginleikum í verkætlanunum sum virðisøking, arbeiðsmøguleikum, inntøkumøguleikum, nýskapan/førleikamenning, samfelagsligari menning og burðardygd. Harumframt kann metingarnevndin gera eina sonevnda heildarmeting.

 

Í 2018 latin til landaøkir uttan arbeiðsloysi

Í 2018 ásetti fiskimálaráðharrin í kunngerð, at metingarnevndin serliga skuldi leggja dent á tær tríggjar treytirnar til landafrøðiliga øki í síni viðgerð av innkomnu umsóknunum: (1) Avmarkað atgongd til sjófeingi, (2) stórt arbeiðsloysi, og (3) støðugt minkandi fólkatal. Umsókn um menningarkvotu skuldi soleiðis lúka minst eina av hesum trimum treytum til øki. Síðani kundi hyggjast eftir, hvussu ‘vøkur’ verkætlanin annars var.

Fyri at fáa innlit í tillutingina av menningarkvotum í 2018, bað eg í februar í ár um alment innlit í allar umsóknir og fundarfrásøgnir í tí sambandi. Fiskimálaráðið fekk í fjør umsóknir frá 40 umsøkjarum, og taldu hesar sambært embætismanni í Fiskimálaráðnum 5-600 blaðsíður tilsamans. Metingarnevndin gjørdi tó skjótt av, tí nevndin bleiv formliga sett 8. juni 2018, og eftir fimm nevndarfundir skrivaði nevndin tann 17. juli sítt tilmæli á 5 blaðsíður, har 9 umsøkjarar fingu tillutað menningarkvotur.

Av tí at nakrir umsøkjarar fingu tilluta fýra ára rættindini í 2018 vóru tillutaðu mongdirnar rættiliga stórar í fjør. Av landafrøðiligu økjunum vóru tó tveir greiðir vinnarar, tí Norðstreymoy fekk 49,5% av tillutaðu rættindunum, meðan Vágoyggin fekk 38,5%. Hetta undraði nógv, tí hesi økini eru ikki júst merkt av høgum arbeiðsloysi ella støðugari minking í fólkatalinum. Orsøkin er at finna í niðurstøðuni hjá metingarnevndini, at størstur dentur bleiv lagdur á triðja atlitið: At hesi økini høvdu avmarkað atgongd til sjófeingi.

 

Í 2019 áttu Sandoyggin og Suðuroyggin tørn

Í kunngerðini um tilluting av menningarkvotum fyri 2019 ger fiskimálaráðharrin metingarnevndini greitt, at nú skal størstur dentur leggjast á hinar báðar treytirnar: Arbeiðsloysið og minkandi fólkatal. Eins og dómararnir í vakurleikakappingunum teskaðu ungu kvinnunum røttu svarini, skrivaði Hoydal í kunngerð til møguligar umsøkjarar, hvørji røttu argumentini vóru.

Úrslitið var tí eisini nokk so greitt frammanundan. Metingarnevndin nýtti bert 3 blaðsíður til tilmæli sítt, har tey við støði í 37 umsóknum valdu út seks verkætlanir. Allar seks verkætlanir vóru staðsettar á Sandoynni ella Suðuroynni.

Vísandi til stóra talið av umsóknum um menningarkvotur, og ónøgdina serliga í Sandoynni við tillutingina, ynskir Høgni Hoydal at økja um partin, sum verður útlutaður sum menningarkvotur. Vakurleikakapping máttu vit annars ikki viðmælast í okkara frágreiðing um nýggja fiskivinnuskipan, sostatt skuldi 0% setast av til menningarkvotur. Í fyrsta lógaruppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan, løgd fram í mars 2017, var ásett eitt mestamark fyri menningarkvotur á 5% av samlaðu rættindnunum. Í næsta uppskotinum, ið bleiv lagt fram í september 2017, var mestamarkið sett til 7%. Sum kunnnugt endaði mestamarkið fyri menningarkvotur á 8,5% í desember 2017. Og tað er hetta mestamark, sum fiskimálaráðharrin nú ynskir, at komandi løgting skal økja enn meira.

 

Norðoyggjar, tann væna moy, sum fekk noy

Í summar hevur ávist kjak tikið seg upp millum Høgna Hoydal og Hanus Hansen um støðuna hjá fiskivinnuni í Norðoyggjum eftir fiskivinnunýskipanina. Hetta er kanska ikki so undarligt sæð í ljósinum av tillutiningini av menningarkvotum, har økini Eysturoyggin, Norðoyggjar og Suðurstreymoy hava verið við sviði soð. Onkur má jú tapa, tá onkur annar skal vinna.

Eina góða viku eftir, at fiskimálaráðharrin hevði sent øllum umsøkjarum um menningarkvotur í 2019 svar, svaraði fiskimálaráðharrin í juli almennum fyrispurningi um støðuna hjá fiskivinnuni í Norðoyggjum. Við nógvum hagtølum royndi hann at sannføra almenningin um, at fiskivinnan í Norðoyggjum hevur blómað seinnu árini. Í øllum førum um støðan í 2018 verður borin saman við støðuna í 2014.

Hinvegin vísir Hanus Hansen á, at kvotan hjá JFK í Barentshavinum er skorin við 29% í 2019 í mun til 2015, tá sitandi samgonga tók við. Reiðarin tykist ikki vilja lata sær lynda, at yvirdómarin í vakurleikakappingini hevur álagt metingarnevndini ikki at hyggja eftir moyggjunum har norðuri, óansæð hvussu vakrar tær annars eru.

 

Menningarkvotur brúktar til umfordeiling

Í dag kann tað ergra meg, at vit í serfrøðingabólkinum ikki veruliga viðgjørdu vakurleikakappingina sum útlutingarhátt. Greitt er, at tað eru samspælsárin millum ymsu útlutingarhættirnar. Og at nýtslan av vakurleikapping til útluting av menningarkvotum heilt greitt er í andsøgn við mest yvirskipaða málsetningin við fiskivinnunýskipanini: At skapa størst møgulig virðir úr avmarkaða sjótilfeingi okkara. Tí virðisøking og kappingarføri kemur als ikki í fyrstu røð, tá metast skal um ‘vakurleikan’ í verkætlanunum. Harvið verða menningarkvoturnar einamest brúktar til umfordeiling millum ymisku landaøkini.

Vakurleikakappingar eru tí í veruleikanum hvørki serliga vakrar ella serliga kappingarkendar sum útlutingarháttur í almennari fyrisiting. Tá er ólíka at kjósa ársins egnara komandi leygardag.

 

Góðan Sjómannadag!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…