Lýsing
Lýsing
Tóra Lützen er útbúgvin sálarfrøðingur og letur nú sjálv onnur upp sálarfrøðistovu í Klaksvík | Mynd: Oliver Joensen

Kristian Eli og Tóra lata upp nýtt virksemi í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.08.2019 - 13:00 Tíðindi Vinna

Í næstum letur upp nýtt virksemi í Nólsoyar Pálsgøtu 1, har høvi verður til at leita sær sálarliga hjálp, hjá teimum ið berjast við sálarligum trupulleikum í gerðandisdegnum, ella til tey ið vilja menna nakrar førleikar innan eitt nú arbeiði ella ítrótt.

Tóra Lützen, sálarfrøðingur sigur í viðtalu við Norðlýsið at fyrr ella seinni í lívinum uppliva vit øll mótgongd, strongd og trupulleikar, sum yvirlit ikki fæst yvir. Alt eftir okkara persónsmensku og sosialu umstøðum reagera vit ymiskt uppá slíkar avbjóðingar. Felags fyri øll er tó, at tað er sera týdningarmikið, at ein leitar sær hjálp, áðrenn sálarliga byrðan verður ov tung. 

Kristian Eli Andersen er autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur innan metakognitiva og kognitiva viðgerð. Dagliga hevur hann sítt virksemi í Tórshavn, men hevur nú avgjørt at lata upp nýtt virksemi í Klaksvík. Tað er Tóra Lutzen ið kemur at standa fyri virkseminum í Klaksvík. Tóra, ið er útbúgvin sálarfrøðingur, hevur drúgvar royndir bæði í Danmark og í Føroyum innan somu viðgerðarhættir, har hon hevur arbeitt við fólki ið hava tunga sálarliga byrðu ella bara hava tørv á at tosa við onkran við serkønari vitan á økinum. 

Metakognitiv og kognititv viðgerð er sambært einari rúgvu av vísindaligum kanningum sera effektivir viðgerðarhættir ímóti eitt nú angist, stúranum, sosialum ótta, tunglyndi, OCD, lágum sjálvsvirði, trupulleikum í parlangum og øðrum sálarligum trupulleikum. Viðgerðin leggur dent á at læra at fáa tamarhald  á stúranum og neiligari hugsan, at styrkja um uppmerksemi og at broyta atferð. Vigerðin ger sær dælt av nógvum venjingum, sum nógvir klientar lýsa sum body-building fyri heilan. Ein fær ítøkilig amboð at arbeiða við, ið kunnu virka sum fyribyrgjandi ella kunnu nýtast beinleiðis í einari truplari støðu, upplýsir Tóra.

Er okkurt, ið tú stríðist við í gerðandisdegnum, vilt vita meira um, ella hevur tú bert hug til eitt óbindandi prát, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, sigur Tóra Lützen við Norðlýsið at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…