Lýsing
Lýsing
Eini 200 fólk høvdu leitað sær í Miðhøllina á Skúlatrøð, at frætta hvat lokalu valevnini høvdu upp á hjarta | Mynd: Oliver Joensen

Lívligur valfundur á Skúlatrøð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.08.2019 - 14:53 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Lokalu valevnini hittu veljaran í Miðhøllini á Skúlatrøð ígjárkvøldið. Fiskivinnan, Ferðavinnan, Klaksvíkar Sjúkrahús og Tunlar norður um fjall fyltu mesta, men eisini onnur viðkomandi evni vórðu viðgjørd. Fyrst høvdu valevnini fríar hendur at bera sín boðskap fram, síðani var sínámillum kjak, áhoyrararnir tiknir við og rundað varð av við stuttum spurningum til hvønn flokkin sær og felags spurningum til allar flokkar.

Fundurin byrjaði kl. 20:00. Karl Birgir Isaksen, ein av fyrireikarunum av Sjómannadøgunum bjoðaði vælkomin og gav orðið til Jóhann Lützen, sum var orðstýrari. Hann hevði køna hjálp við Hans Kára Sigurðsson, sum tók sær av mikrofonini til áhoyrarnar og spurningum frá áhoyrarum.

Fundurin varð skipaður soleiðis, at øll valevnini fyrst fingu upp til tríggjar minuttir at siga sína hjartans meining. Eftir hetta fingu flokkarnir høvi at seta einum øðrum flokki ein spurning. Av hesum stóðust nógvar skemtiligar støður.

Síðani varð ein stuttur kaffisteðgur har fólk fingu høvi at práta sínámillum og eisini við valevnini.

Eftir steðgin vórðu spurningar úr salinum. Teir vóru fleiri og eisini skrivligir spurningar vórðu settir gjøgnum orðstýrarin. Hesin parturin gekk sera væl og áhugavert kjak fekst í lag, serliga í mun til ferðavinnuna/gongd í haga og Tunlar norður um Fjall. Fiskivinnan fekk sjálvsagt rúmd og her kom munurin millum andstøðu og samgongu aftur til sjóndar. Andstøðan heldur sera lítið um fiskivinnunýskipanina, meðan samgongan helt at kósin var sett og haldast skuldi fram á somu leið. Júst hesin spurningurin kann vísa seg at verða avgerandi fyri komandi samgongusamráðingar.

Tað kom rættiliga natúrliga, at evnini gjørdist evni av lokalum áhuga fyri norðoyingar. Klaksvíkar Sjúkrahús bleiv nevnt fleiri ferðir, bæði í sambandi við játtan, men eisini í sambandi við sjúklingatrygd. Ein av áhoyrarunum førdi fram, at játtanin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi als ikki var vaksin í takt við játtanina hjá hinum báðum, og nú fleiri uppgávur verða lagdar har, er neyðugt at fáa hetta í rættlag. Umboðið hjá Sambandsflokkinum segði eisini, at ætlanin var at fáa Klaksvíkar Sjúkrahús við í ætlanina um sjúklingatrygd hjá flokkinum, soleiðis at bíðilistar verða styttir við at kanalisera sjúklingar í bíðirøð á hinum sjúkrahúsunum til Klaksvíkar, eins og norðoyingar í bíðirøð til KS aðrastaðni.

Tað savnandi evnið yvir teimum øllum vóru tunlar Norður um Fjall. Har flokkarnir vóru rúkandi ósamdir um flest onnur mál, var hundrað prosent semja um, at tunlarnir skulu gerast í komandi valskeiði, og onkur flokkur segði eisini, at tá valskeiðið kom at enda, skuldi vera koyrandi ígjøgnum teir. Nakað av kjaki var um linjuføringina, men tey flestu vóru samd um, at hon ikki skuldi órógva verkætlanina í ein tílíkan mun, at hon mátti útsetast. Tað mest umráðandi, ja, faktiskt tað einasta umráðandi, var, at farast kundi í gongd sum skjótast.

Fiskivinnan var stóri knúturin. Av tí at fiskivinnunýskipanin hjá samgonguni hevur rakt meinast í Norðoyggjum, er tað eisini her, at blóðið er heitast um tann spurningin. Umboðið hjá Tjóðveldi í samgonguni seinastu 4 árini royndi at verja borg, men serliga Fólkaflokkurin og umboð fyri reiðararnar í salinum skutu við skørpum eftir nýskipanini. Miðflokkurin og Sjálvstýri tóku báðir undir við kritikkinum og sjálvt tjóðveldisumboðið hevði at enda hug at gera innrømmilsir og siga, at tillagingar mugu gerast fyri at fáa meira stabilar karmar í vinnuna. Við øðrum orðum helt ongin av teimum, ið hevði orðið, at komið var á mál við nýskipanini hjá samgonguni.

Síðani setti orðstýrarin tveir spurningar til allar flokkarnar og seinast umfari eitt stutt ja/nei umfar har fjøldin fekk nógvan látur burturúr eisini. Har flokkarnir byrjaðu við at vera stuttir og greiðir, brúktu fleiri høvi til at nuansera spurningin og svara langt.

Nýggjaru valfundirnir hjá Kringvarpinum hava fingið skotið í skógvarnar, at teir eru ov stirvnir og ov stýrdir, umframt at evnini, sum KvF velur, eru ov keðilig. Fólk hava minst við sorgblídni á teir gomlu, lívligu valfundirnar frá tíðini, tá vit høvdu valdømi. Við fundinum á Skúlatrøð var roynt at finna hendan andan fram aftur, og royndin eydnaðist væl. Við at lokal valevni kjakast við lokalu íbúgvarnar um evni av lokalum áhuga, var alt fundarfólkið við alla tíðina. 

Sera føroyskt er, at farið verður út um tíðina, og fundurin endaði kl. 22:40, tá Karl Birgir Isaksen takkaði fyri uppmøting og boðaði frá, at Norðlýsið saman við valfeløgunum arbeiða við at hava ein fund fyri lokalu valevnunum. Nærri kunning um hetta verður í næstum.

At enda varð fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið og fólk fingu prátað eitt sindur, áðrenn tey fóru hvør til sítt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Requiem skírisdag í Varpinum
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald