Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrstu smoltini frá heimsins størstu smoltstøð

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.08.2019 - 15:53 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í vikuni hevur brunnbáturin Víkingur ført smolt frá smoltstøðini á Strond og til aliringarnar á Gøtuvík. Norðlýsið var á strond, tá fyrstu smoltini vóru flutt umborð á brunnbátin.

Rógvi Jacobsen, stjóri á Strond sigur, at tað hevur gingið sera væl, bæði við framleiðsluni av smoltunum úr egginum og til tey nú fóru í ringarnar. - Støðin her er nýggj og enn ikki liðug. Sum er koyra vit við eini framleiðsluorku upp á umleið 30-35% av tí sum støðin verður før fyri tá hon er liðug.

Heimsmet

Tey seinastu kørini, sum hesi smoltini hava verið í her inni á støðini á Strond, eru 1200 rúmmetrar til støddar og hetta er fyrsta ferð at smolt fer í aliringar, sum er uppvaksið í so stórum kørum á landi.

Smolt á umleið 340 gram

Smoltini, ið vit nú hava leverað til aliringarnar hjá Bakkafrost á Gøtuvík eru umleið 340 gram til støddar. Vit hava sum vituligt er kunngjørt at støðin her skal framleiða smolt á 500 gram. Men støðan beint nú hevur verið hon, at aliringarnir hjá Bakkafrost hava rópt eftir meira smolti, tí var avgjørt at seta hesi út nú, men framhaldandi økja um framleiðsluorkuna hjá Strond, soleiðis at vit frameftir fara at útvega sjógvalingini smolt sum er 500 gram til støddar.

Góðar umstøður

Vit vilja, sigur Rógvi Jacobsen víðari, at smoltini skulu hava tað gott undir uppvøkstrinum, tí hava vit valt ikki at hava so nógvan biomassa í kørunum. Støðin er gjørd til, at ikki meira enn 50 kilo av biomassa til hvønn fermeturin. Hetta gevur fiskinum gott pláss og ikki minst at gott útskifti er í kørunum.

Ógvusligar umstøður

Tá vit vitjaðu á Strond, fingu vit sjón fyri søgn, at her er nógv virksemi fyri tíðina, bæði av fólki, sum røkir smoltframleiðsluna og ikki minst av teimum, ið enn byggja støðina. Í dag er sum sagt ikki meira enn triðingurin av støðini við í framleiðsluni. Húsið er 320 metrar langt og 80 metrar breitt, so har er vítt at fara um hjá teimum, ið arbeiða har. Sjálvandi hava avbjóðingar verið í innkoyringini, men ikki meira enn so, enn at tær hava verið loystar á vegnum, men tað hevur sjálvandi kravt sítt av arbeiðisfólkunum hesa fyrstu tíðina.

29.000 tons av vatni resirkulera í 10 ymiskum skipanum inni í húsinum á Strond og Rógvu Jacobsen leggur afturat : Vit flyta 52.000 tons av vatni um tíman runt í húsinum, tá alt kemur upp at koyra, so her eru ógvusligar umstøður.

Økja um framleiðsluna

Tað, at vit kunnu ala smoltini upp til 500 gram á landi ger, at tíðin hjá laksinum á sjónum fer bert at vera 12 mánaðir til hann kann takast. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at fyrr var vanligt at smoltini vóru 120 gram tá tey fóru út og tá tók tað umleið 18-20 mánaðar til tøku. Við at ala so nógv uppi á landi, fara vit at kunna framleiða meira av laksi til tøku á hvørjum ári, tí aliøkini verða skjótari klár at taka ímóti eftir tøku. Tá støðin her á Strond er liðugt, koma vit at megna at levera um 7,5 milliónir smolt um árið á 500 gram til aliringarnar hjá Bakkafrost ymstastaðni í landinum.

Útbyggja eisini aðrastaðni

Rógvi Jacobsen, stjóri á smoltstøðini á Strond sigur at enda, at tað at hendan støðin fer at framleiða smolt, sum er 500 gram til støddar til útsetingar, hevur við sær, at hinar smoltstøðirnar eisini skulu útbyggjast til at levera tað sama. Tí stendur fyri framman, at Bakkafrost fer undir at byggja støðirnar á Norðtoftum og Glyvradali út, soleiðis at hesar eisini skulu dagførast til at levera 500 gram smolt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…