Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nú trínur KÍ fótbóltstindarnar

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  14.08.2019 - 17:48 Ítrottur Tíðindi

Undir ítróttaligari leiðslu av Mikkjali Thomasen og hansara framúr venjaratoymi, undir fyrisitingarligari og fíggjarligari leiðslu av Tummasi J. Lervig, Rúna Heinesen, Hilmari K. Danielsen, Kaj Dam og teimum mongu fantastisku hjálparfólkum, sum KÍ eigur, og við tí nýgerð av umstøðunum, sum Klaksvíkar kommuna hevur gjørt seinastu árini, er KÍ veruliga flutt upp á hægstu føroysku fótbóltstindar.

 

Nú ein morgunin hevði Útvarp Føroya eina samrøðu við skilagóða útróðrarmannin og skiparan á Norðsøka, Hera Vang, sum millum annað siteraði pápa sín fyri at siga, at “ein maður, sum arbeiðir, kemur altíð at klára seg”.

 

Júst hetta kann ein siga um framúr góðu gongdina hjá besta mansliðnum í Klaksvíkar Ítróttarfelag seinastu árini. Har er tað júst hart og miðvíst arbeiði, sum nú veruliga hevur flutt felagið upp á hægstu fótbóltstindar, bæði ítróttaliga, fyrisitingarliga, fíggjarliga og tá tað kemur til umstøðurnar, sum nú veruliga nærkast at verða á altjóða góðkendum støði.

 

Tá Mikkjal Thomassen í 2014 kom til Klaksvíkar at verða høvuðsvenjari hjá KÍ, hevði felagið í fleiri ár ligið í miðjuni og onkuntíð enntá í niðaru helvt av stigatalvuni í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Ja, í 2009 var tað enntá so galið, at besta liðið flutti niður úr bestu deildini, og spældi sostatt í 2010 í næst bestu deildini (1. deild), haðani tað tíbetur flutti uppaftur beinanvegin.

 

Men undir tí kønu, nærlagdu, miðvísu og ja, eisini krevjandi, ítróttaligu leiðsluni hjá Mikkjali er KÍ broytt frá at vera eitt lið, sum var gott fyrr í tíðini, til at verða eitt lið, sum aftur trínur teir ovastu føroysku fótbóltstindarnar.

 

Hetta er ikki bert orð, tí ítøkiligu hagtølini siga júst tað sama – sí talvuna niðanfyri, sum vísir plaseringina hjá KÍ í bestu mansdeildini hesi seinastu nógvu árini:


 
Men ein slík umbroyting og endurreisn er ongantíð eitt einsmansverk. Her hava allir partar í lokalsamfelagnum arbeitt framúr væl saman, bæði í og kring sjálvt felagið KÍ og hjá lokala myndugleikanum, Klaksvíkar kommunu, sum seinastu árini veruliga hevur raðfest umstøðurnar til ítrótt í Klaksvík sera høgt. Úrslitið síggja vit í dag, og enn meir er á veg at verða liðugt teir komandi mánaðirnar.

 

Løtan áðrenn dystin fríggjakvøldið á Summarfestivalinum, tá Mikkjal og Tummas stóðu í sólskininum inni á vøllinum við Djúpumýru, meðan høvuðsvenjarin bar fram nøkur takkarorð, var ein løta, har ein kundi steðga á og staðfesta, at nú trínur KÍ veruliga tindarnar aftur.

 

Sigast má, at KÍ-leikararnir hendan dagin eisini staðfestu styrkina hjá KÍ við at vinna dystin 2-0 á Víkingi, og so kundu áskoðararnir endiliga aftur syngja “Vit liggja nummar eitt, vit liggja nummar eitt, og soleiðis skal tað vera, og soleiðis skal tað  vera, og soleiðis skal tað vera, vit liggja nummar eitt”.

 

Vónandi verður hetta árið, har KÍ kann staðfesta og feira fantastisku gongdina seinastu árini við at vinna føroyameistaraheitið. Nógv tøk eru eftir at taka, og als einki er vist, men vit siga enn sum áður:

 

KOYR Á KÍ !!!

 

Myndir: Oliver Joensen og Klaksvíkar Ítróttarfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark