Lýsing
Lýsing

Kastaðu nót á Borðoyarvík í dag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  15.08.2019 - 22:08 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað munnu helst vera eini 40 ár síðani, at kastað var við nót á Borðoyarvík seinast.

Hugskotið kom í morgun. Undirritaði og Hjatur Poulsen tosaðu í morgun um at stuttligt hevði verið at roynt eitt nótakast aftur. Veðrið var av tí allar besta og báðir vóru til dystin fúsir, so avgjørt varð at royna.

Hjaltur hevði bæði bát, gørn og fólk. Fyri at fáa nakrar hjálparar afturat at toga í línuna, varð lýst í Norðlýsinum og væl bar til.

Ongin seiðanót var, so tað blivu fýra sildagørn knýtt saman og brúkt sum nót. Væl gekst at seta út, men tað vísti seg at vit vóru ikki nóg kendir við botnin, so tá "posin" skuldi takast inn, bleiv fast í botn og nótin skrædnaði.

Ætlanin var at fiskur, sum kom í skuldi brúkast á Sjómannadegnum til framsýningina av livandi fiskum, men har bleiv einki burturúr, einir fimm fiskar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem skírisdag í Varpinum
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald