Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skeldikonan og bóndin

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.08.2019 - 00:09 Politikkur

Nakrar havnakonur høvdu verið ein biltúr í Saksun og upplivdu at portri hjá nógv-útskeldaða-bóndanum riggaði ikki sum tað skuldi. Tey sóu eisini nøkur ferðafólk sum høvdu havt somu "traumatisku" uppliving, at rindað 70 kr. til eitt portur, sum noktaði at flyta seg ein tumma fyri hesum høga selskapinum.

Heimafturkomin skriva konurnar í fjasbókina hvussu óreinir bóndir eru og tí er neyðugt at gera ein almennan stovn at ansa eftir bóndunum, sum í fleiri ættarlið hava verið so óskikkiligir at røkt bø og haga.

- Vit mugu stovnseta ein almennan grunn, sum skal umsita allar inntøkur frá ferðavinnuni, tí tað er ófólkaligt at tjena pengar uppá ferðafólk, varð skelda um.

Eisini skuldi eitt alment eftirlit stovnsetast at ansa eftir jørðini á bygd, so alt ikki bleiv tann bera runa av ferðafólkainnrásini, sum skal fíggja tey fimm hotellini, sum standa í hálvum gekki í høvuðsstaðnum umframt at fíggja leigugjald til  privatu seingjaeigararnar í høvuðstaðnum fyri hotellprísir, so skeldikonurnar sleppa at strúka í útlondum.

Bóndafamiljur, sum í fleiri ættarlið hava livað av at røkt bø og haga í hesum landinum (sum tað almenna og privata í Havn nú selur til allan heimin, sum paradís - óspilt av býarbyggingini í Havn) verða av havnakonunum dømdir at verða óbrúkiligir.

-  "Bóndir" eru alt ov tilvildarligir og dugdu bert at brúka "gefyl" tá teir røkja hagan, skeldaði ein kona.

Soleiðis sita ættarlið av embætiskonum og monnum í høvuðsstaðnum og øsa hvønn annan upp meðan tey samstundis fjeppast uppi í nýggjasta mótanum av føroyska tjóðarbúnanum, sum tey elska at avmynda seg sjálva í at leggja í fjasbókina. Meðan tey hyggja at prýðuligu myndunum av sær sjálvum í tjóðarbúna og Merkinum (v/Føroyum á bygd sum bakgrund sjálvandi), bannað tey bóndan í Saksun fyri at krevja nøkur oyru at rinda fyri niðurtraðkaðar stíggjar og gøtur, sum flóðin av landastrokum elvir til.

Meðan skeldi fyllir høvuðsstaðarmiðlarnar - sleppa tey at selja og keypa hús fyri ørandi upphæddir í høvuðsstaðnum.

Tað er sigandi at skeltiberarin í búskaparráðnum og tey reyðsprongdu ikki rópa varskó um "yvirnatúrliga yvirskotið" sum húsaeigarar í høvuðsstaðnum skiftast um at stinga í lumman hjá sær sjálvum.

Yvirnáttúrliga yvirskotið í húsamarknaðinum í Havn er tengt at plaseringin av húsunum og ikki at timbri, betong og øðrum kostnaði, sum sethúsaeigarin í Havn hevur havt av húsabyggingini.

 

Minnist til ný-føroyska EFC-ið:

              Plasering = grundstykki.

              Grundstykki = jørð.

              Jørð = fólksins ogn

 

Neyvan vænti eg at Fiski- og Landbúnaðarovasti okkara fer at krevja eina almenna uppboðssølu av fólksins ogn fyri at steðga ørandi privatu spekulantunum í høvuðsstaðnum ella at hann fer at smetta til Danska Nationalbankan um feitu og peningagrísku sethúsa eigarnar í heimsins nalva, sum ikki vilja loyva øðrum fram at dansinum um gyltu jarðarstykkini.....

.... men bóndin í Saksun.....!!!???

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…