Lýsing
Lýsing

Heimsins størsta vatnkríggj verður í kvøld á Vánni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  16.08.2019 - 10:28 Mentan Tíðindi

Í kvøld kl. 18 verður  stóra fiskikappingin á Kósabrúnni í Klaksvík og kl. 19 leggja skip og bátar at Kósabrúnni at heinta børn og vaksin sum eru í bjargingarvestum.

FRÍGGJADAGIN 16. AUGUST 

18.00

Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri børn undir- og í fólkaskúlaaldri.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í Norðoya Sparikassa í Klaksvík frá mánadegnum 12. august til fríggjadagin 16. august kl. 15 í deildini hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Børnini fáa vatnpistólar ókeypis á Kósabrúnnin og á vestarubryggjuni (avmarkað nøgd) at brúka til vatnkríggið.

Agn kann fáast á bryggjuni frá fyrireikarunum.

Tá liðugt er at fiska skal navn og hjá lutakara skrivast á lítla pappírslepa har navn, aldur og mobiltelefonnummar hjá luttakaranum skal skrivast á. Pappírslepin skal koyrast í lítla plastposan sum verður koyrdur í tann stóra posan saman við størsta fiskinum. 

Tá fiskikappingin endar kl. 19 verður plastposin við størsta fiskinum handaður fyristøðufólkunum.

Hinir fiskarnir, sum ikki skulu latast inn skulu tveitast á sjógvin um teir eru livandi ella koyrast í stóra fiskakassan, sum stendur mitt á Kósabrúnni har fyrireikararnir halda til.

Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti á Kósabrúnni meðan fiskað verður.

Vinnararnir av fiskikappingini verða uppringdir so skjótt úrslitið av kappingini er greitt og fáa heiðursmerki og vinningar handaðar á stóra pallinum í samband við stóra kaffiborið sum byrjar leygarmorgunin 17. august kl. 10:30.

Fiskikappingin er deild sundur í fýra bólkar: 

     Gentur undir fólkaskúlaaldur.

      Dreingir undir fólkaskúlaaldur.

      Gentur í fólkaskúlaaldri

      Dreingir í fólkaskúlaaldri.

 

Kappast verður um at fiska størsta fiskin.

Vinnarar í omanfyri nevndu bólkum fáa gull, silvur, bronsumerkir, og atgongumerki frá Cirkus Baldoni, umframt annað gott.

Tann ið fiskar allarstørsta fiskin verður útnevndur FISKI-KONGUR/DROTNING og fær ein serstakan vinning. Eisini ferð umboð frá Havstovuni í stuttum at siga nøkur orð um vinnandi fiskin.

Tey sum av einhvørjari orsøk ikki hava melda til fiskikappingina ella vatnkríggið kunnu melda til hjá fyrireikarunum á bryggjuni beint undan fiskikappingini ella vatnkrígginum.

 

19.00

Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip 

Eftir at stóra fiskikapping er endað leggja skip og bátar at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. 

ØLL SKULU VERÐA Í BJARGINGARVESTUM!

Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum. 

Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv!

Siglt verður í ring inni á Vánni og kríggið endar tá sjóverjuskipið Brimil blæsir tríggjar ferðir við stóra skipslúðrinum. 

 

TRYGDARBOÐ: 

Allir bátar SKULU lurta á VHF-inum á Kanal 6. 

Siglt verður móti klokkuni runt sjóverjuskipið Brimil sum sprænir sjógv upp í loft við stóru vatnkanónum sínum og fram við bryggjukantinum á vestursíðuni har danska sjóverjuskipið og Hans á Bakka liggja við vatnkanónum/vatnsproytum og fram við vestur bryggjuni har vatnkríggj er á bryggjuni (Kaptein Gardar vatnkríggi) og so aftur runt Brimil.

Um Brimil blæsir í lúðurin (eitt langt floyt) undir vatnkrígnum, skulu bátar og skip leggja stilt beinan vegin. Brimil blæsur í gongd aftur við tveimum stuttum floytum.  

Vatnkríggi endar við at Brimil heilsar tríggjar ferðir við lúðrinum

Øll sløg av skipum og bátum kunnu luttaka í vatnkrígnum. Bátar og skip sum ætlað at luttaka verða vinarliga biðin um at boða frá við at ringja til Eyðstein Poulsen tlf.. 217014 og siga frá. 

Heitt verður á allar bátar og skip um at síggja til at eingin stendur eftir á Kósabryggjuni.

 

19.00

Kaptein Gardar Vatnkríggj 

Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptein Gardar fyri vatnkríggj fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum. 

Kaptein Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatn kanón o.ø.. 

Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at verða í heitum klæðum.

Tað er ikki loyvt at kasta vatnballónir á sjógv!

Tey sum av einhvørjari orsøk ikki hava melda til fiskikapping ella vatnkríggj, kunnu gera tað á bryggjuni frammanundan fiskikappingini ella vatnkrígginum.

Sí skrá her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin