Lýsing
Lýsing
Lýsing

Janus Rein ikki á listanum hjá Fólkaflokkinum hesuferð

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  16.08.2019 - 11:00 Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi

Janus Rein, fyrrverandi tingmaður og varamaður hjá Fólkaflokkinum, verður ikki við á uppstillingarlistanum hjá flokkinum til løgtingsvalið hesuferð. Tað boðar Fólkaflokkurin frá í tíðindaskrivi í dag.

”Lívið hjá mær broyttist nógv seinasta summar, tá eg mátti gevast sum skipari hjá Atlantic Airways og harnæst hin 1. januar í ár byrjaði eitt nýtt advokatfelag, Axia Advokatar, saman við barndómsvini mínum Brandur Ellingsgaard. Advokatfelagið hjá okkum tekur alla mína tíð og orku, og mínar avtalur við Brand og okkara hugburður mótvegis okkara kundum um, at vit altíð skulu vera tøkir og telefonirnar altíð skulu svara, passar ikki ordiliga saman við, at eg møguliga eisini skal starvast sum løgtingsmaður. Tað vildi ikki verið rætt mótvegis okkara kundum og mínum veljarum. Tí havi eg valt, ikki at stilla upp hesuferð”, sigur Janus Rein um støðuna í stuttari viðmerking.

Janus Rein hevur annars verið á uppstillingarlistanum hjá Havnar Framburðsfelag inntil í dag.

”Í Havnar Frambursfelag hava tey alla tíðina kent tíl mína støðu viðvíkjandi mínum skyldum mótvegis Axia Advokatar, og avtalan hevur tí verið, at eg fyribils skuldi vera á listanum, soleiðis at vit kundu síggja støðuna ann. Tað er mong, sum fegin vilja hava meg at stilla upp, so tað er sjálvsagt við tungum hjarta, at eg taki meg av listanum, men soleiðis er lívið onkutíð – men eingin veit, um eg ikki komi aftur í aftur eina aðruferð” leggur Janus til endans afturat.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…