Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðun Klakstein: KÍ spælir betri fótbólti enn undanfarnu tvey ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.08.2019 - 12:35 Ítrottur Tíðindi

Norðlýsið hevur sett Skála-venjaranum nakrar spurningar undan dystinum í Klaksvík leygarkvøldið.

Undan dystinum liggur KÍ á 2. plássi við 38 stigum, meðan Skála liggur á 6. plássi við 24 stigum. Júst Skála hevur mangan argað KÍ og vit skulu bara aftur til í fjør, tá Skála bara tapti ein av trimum dystum móti KÍ. Bæði liðini eru væl fyri, um vit hyggja eftir úrslitum í løtuni. KÍ hevur vunnið báðar sínar dystir eftir summarsteðgin, meðan Skála hevur vunnið tríggjar av seinastu fýra dystunum.

Niðanfyri hava vit sett Eyðun Klakstein, klaksvíkingur og venjari hjá Skála, nakrar spurningar undan dystinum.

 

Hvussu er Skála fyri til dystin leygarkvøldið?

– Vit eru hampiliga væl fyri. Eftir eitt tungt og strævið tíðarskeið í kappingini hava vit nú vunnið tríggjar av seinastu fýra dystunum, og nú gleða vit okkum til at royna okkum ímóti toppliðunum aftur. Vit hava tíverri onkur ivamál við spælarum. Fróði Benjaminsen mátti út við snuddi seinast, og Pætur Dam Jacobsen fekk eisini ein stoyt í knæið. Teir eru ivasamir til dystin leygarkvøldið, og tað eru Teitur R. Joensen og Niels Pauli Danielsen eisini. Edvin Jakobsen er framvegis ikki førur fyri at spæla. 

 

Hvat eyðkennir ársins KÍ-lið eftir tínum tykki?

– KÍ hevur aftur í ár eitt sera sterkt lið við nógvum góðum spælarum, breiðum hópi og profilum, sum kunnu avgera tættar dystir. KÍ spælir betri fótbólt í ár enn tvey tey undanfarnu árini, og hetta lið er eftir mínum tykki tað nærmasta, vit koma 2016-liðnum, tá ið vit hugsa um fótbóltsspæl, avrik og styrki. KÍ er favorittur at vinna FM í ár. 

 


Hvat fyri dyst kunnu vit vænta okkum leygarkvøldið?

– KÍ er á heimavølli, er favorittur og skal skapa dystin, men vit vilja eisini spæla við, hóast vit eru á útivølli ímóti sterkasta liðnum í deildini. Undanfarnu dystir millum Skála og KÍ í ár hava verið fínir fótbóltsdystir, men KÍ hevur revsað okkum hart í kontraspælinum, tá ið vit hava gjørt mistøk í spæli. Skulu vit hava ein kjans móti KÍ, mugu vit spæla upp til okkara besta, verja væl, bjóða av frameftir vøllinum og avmarka okkara mistøk í samanspælinum.

 


Dysturin millum KÍ-Skála verður leygarkvøldið á Sjómannadegnum kl. 19.45. Tað verður sostatt eisini dysturin, har nýggju ljósini í Klaksvík ordiliga vera roynd av í dysti í bestu deildini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund