Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sild og krill á Vágni í gjárkvøldið og í nátt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.08.2019 - 14:43 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

 

 

 

 


Seint í nátt gjørdu fólk vart við, at sera nógv lív var í á sjónum við Stórukai. Hjaltur Poulsen var skjótur við einum garni, tá hann fekk boð, og um tvey trítíðina í nátt tóku hann saman við øðrum nakrar sildir upp við garninum og koyrdi tær í fiskakørini við livandi fiski á kaiini.

 


Havstovan fer at kanna sildirnar

Ein ógvuliga stór mongd av sild og krill vóru á Vágni í gjárkvøldið. Sildirnar, ið vóru tyknar vóru tyknar upp sunnanfyri stórukai, men tey, sum vóru á staðnum sóu, at tað kókaði allastaðni við sild og harafturat høvdu dreingir fanga eina stóra nøgd av bittersmáum krill og koyrt hesi í kørini á kaiini.

Eitt samarbeiði er komið í lag aftur í ár við Havstovuna. Tey koma norður til Klaksvíkar í morgin at vísa millum annað hvussu kanningar av fiski verða gjørdar. Nú er avgjørt, at Havstovan fer at kanna júst hesar sildirnar, ið fangaðar eru á Vágni, fyri at fáa nærri vitan um sildina, hvat hetta er fyri sild og ymiskt annað.

 


Krill ikki reyðæti

Vit sendu ein videostubba, sum Eyðstein Poulsen hevði tikið av krillinum til Eilif Gaard á Havstovuna. Um Krillið sigur Eilif Gaard, stjóri soleiðis:

Hatta sær út til at vera yngul hjá krill (gýtt í vár).

Nøkur sløg eru á okkara havleiðum, men tað krevst nærmari kanning við mikroskopi fyri at kunna siga, hvat slagið er. Tað vanligasta slagið eitur á látíni Meganyctiphanes norvegica. Eisini eru nøkur sløg av slektini Thysanoessa.

Krill er vanligt í øllum Norðuratlantshavinum, íroknað okkara havleiðum. Inni á Landgrunninum plagar tó at vera minni, kanska tí tey verða etin so hvørt sum tey reka inn á Landgrunnin. Krill er ofta í tøttum torvum.

Krill hevur stóran týdning í vistskipanini á okkara havleiðum. Tað er m.a. týdningarmikil føði hjá svartkjafti og upsa, umframt at barduhvalir sjálvandi eisini eta nógv krill.

Tað  vaksna djórið er eini 2-3 cm til longdar. Tað  vit síggja á upptøkuni er tó væl minni enn tað. Tað tekur eini 2 ár hjá krill at blíva vaksið djór. Seinasta vetur om eisini eitt rend av har norðuri hjá tykkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…