Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saman um einar sjálvbjargnar og rættvísar Føroyar

SKRIVAÐ: Norðoya Tjóðveldisfelag  |  17.08.2019 - 06:57 Politikkur Tíðindaskriv

Óluva Klettskarð, Beinta Løwe og Dávur Syderbø eru tey trý sterku nøvnini, sum Norðoya Tjóðveldisfelag stillar upp til løgtingsvalið 31. august.

Óluva Klettskarð er 54 ár og úr Haraldssundi. Hon hevur fýra tey seinastu árini verið løgtingslimur, har hon hevur virkað fyri sjálvbjargni og rættvísari Føroyum, eins og hon hevur verið eitt gott umboð fyri Norðoyggjar. Hon hevur starvast sum lærari á miðnámi og hevur í nógv ár verið virkin á politiska pallinum, bæði í býráðs- og landspolitikki og í floksarbeiði. Hon vil styrkja eitt rættvíst og fjøltáttað vinnulív og vil somuleiðis eitt sterkt skúla- og mentanarlív.

Beinta Løwe er 44 ár og úr Klaksvík. Hon er útbúgvin journalistur og hevur gjøgnum sítt arbeiði sum journalistur gott innlit í politisku viðurskiftunum. Hon arbeiðir í løtuni sum undirvísari og fríyrkisjournalistur. Hon leggur serligan dent á at arbeiða fyri, at vælferðin kann merkjast hjá vanligum fólkum.

Dávur Syderbø er 21 ár og av Húsum. Hann lærir til elektrikara og er yrkislærlingur hjá RVTøkni. Dávur vil serliga arbeiða fyri at størri fokus skal setast á útjaðaran. Hann vísir eisini á týdningin av, at vit fáa nýggjar, ungar kreftir valdar á ting, so politikkurin varðveitir sambandið við fólkið.

Hesir tríggir norðoyingar fara saman – og saman við restini av Tjóðveldi – at stríðast fyri, at góða gongdin, vit hava sæð seinastu fýra árini í Føroyum, heldur fram. At vit fáa einar reinar og sjálvstøðugar Føroyar, har øll hava somu, góðu møguleikar. At vit tryggja skilagóðan búskap og eggja til nýskapan.  Og at vit saman taka ábyrgd í altjóða samfelagnum.

 

Valkafé og tiltøk

Umframt okkara góðu valevni, hava vit eisini eina valkafé, E-kafé’in. Hon er uppi á Kunningarstovuni. Har fara vit at hava fundir, fyrilestrar og annað áhugavert. Fyrsta tiltakið verður longu á sjómannadegnum.

Kristina Háfoss kemur at halda fyrilesturin “Penjónstilveran nú og framyvir”. Tiltakið byrjar kl. 17 og vit bjóða nátturða. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fylg við á okkara facebooksíðu, har kemur millum annað kunning um tiltøk og lesarabrøv frá okkara valevnum.

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…