Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinna – nøkur orð!

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin  |  18.08.2019 - 16:49 Løgtingsval 2019 Politikkur Tíðindaskriv

Vinnupolitikkur Sambandsfloksins hevur sum endamál og meginreglu at skapa vøkstur í vinnuni og búskapinum, sum so gevur fólkinum arbeiðspláss og inntøkur, og er við til at styrkja og menna okkarar vælferðartænastur.

Eitt sterkt, fjølbroytt, effektivt, produktivt og vælvirkandi vinnulív er grundvøllurin undir framhaldandi vøkstri, menning og vælferð í føroyska samfelagnum.

Tí skulu umstøðurnar hjá vinnuni vera góðar og hesa ábyrgd eiga land og kommunur.

 

Høvuðsvinnurnar

Fiskivinnan, tó undantikið á føroyaleiðini, og so alivinnan, hava havt nøkur sera góð ár. Meirivirkingin er økt, soleiðis at virksemið hevur verið stórt og útflutningsvirðið er eisini vaksið nógv av hesi orsøk, men her kann gerast nógv meiri.

Í fiskivinnuni verður tó neyðugt at gera broytingar, tí nýggja fiskivinnunýskipanini virkar  ikki nóg væl. Serliga eru tað uppboðssølan og so menningarkvotuleisturin, sum ikki virka.

Uppboðssølan eigur at avtakast – hon var spádd at miseydnast, og tað er sjón fyri søgn. Eingir nýggir aktørar eru komnir inn í vinnuna vegna uppboðssøluna.

Menningarkvoturnar eiga at avtakast í tí líki tær eru í. Heldur eigur politiska skipanin at finna eina loysn upp á – í samráð við vinnuna - hvussu nøkur góð og burðardygg hugskot til meirvirking av fiskatilfeinginum kunnu fáa møguleika at roynast í veruleikanum. Eg havi ikki nakað endaligt svar, hvussu hetta í praksis letur seg gera, men hetta eigur og skal bera til.

 Ferðavinnan er munandi økt og er nú vorðin ein stór vinna, sum eisini stendur í vøkstri. Í ferðavinnuni eru stórir møguleikar, verður rætt atborið. Eitt sum er gott við ferðavinnuni er, at hon kann kasta pening av sær kring alt landið – eisini út á bygdir og øki, har lítið og einki arbeiði er frammanundan.

Men avbjóðingarnar eru stórar, og serliga eru tað hetta við náttúruverndini og  hetta við tí óskipaða gonguloyvis- og innkrevjingarspurninginum kring landið. Verður ikki loysn funnin á hesum avbjóðingunum, so fær ferðavinnan eitt skot fyri bógvin – tað frykti eg stórliga fyri. Fyri mær sær tað út sum, at støðan á økinum er læst fast, og tað kunnu vit ikki liva við. Her má og skal ein loysn finnast, og hon finst við, at ymisku partarnir tosa saman og skilja hvønn annan – tað er einasti vegur til eina loysn. Hetta er eitt álvarsmál og má loysast beinanvegin.

 

Aðrar vinnur

Umframt tær sonevndu høvuðsvinnurnar, so hava vit byggivinnu, tænastuvinnu, landbúnað og fleiri aðrar vinnur, sum hvør sær hevur sín stóra týdning í føroyska samfelagnum – nógv størri týdning enn nógv av okkum geva sær far um.

 

Útflutningsvinnurnar

Størstu útflutningsvinnurnar í dag eru fiskivinnan og alivinnan. Stóra kappingin í hesum vinnum er ikki í Føroyum, men altjóða – tað mugu vit ikki gloyma. Tí mugu føroysku vinnukarmarnir vera minst líka so góðir sum hjá útlendsku kappingarneytunum.

Fiski- og alivinnan hava lagt nógv eftir seg til føroyska samfelagið. Bara í ymisku skattum og gjøldum hava hesar vinnur lagt 850 mió. í landskassan í 2017 og meiri í 2018. Tá er ikki íroknað persónsskatturin til land og kommunur, heldur ikki felagsskatturin til kommunurnar, og so ikki at gloyma alt tað avleidda virksemi, sum kemur frá hesum vinnum – tað gevur sanniliga nógv til lands- og kommunuhúsarhaldið.

Alneyðugt er tí at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri, ikki bara at varðveita góðu gongdina, men gera alt fyri at gongdin gerst enn betur. Vit eiga tí at leggja størsta dent og alla orku í, at vinnan fær:

·      Støðugar og tryggar arbeiðsumstøður

·      Betri marknaðaratgongd

·      Vakstrar- og menningarmøguleikar

·      Nýskapanarmøguleikar

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…