Lýsing
Lýsing
Lýsing

Støðan hjá Línuflotanum munandi verri enn frágreiðingin hja NUMO vísir

SKRIVAÐ: Óli M. Lassen, reiðari   |  18.08.2019 - 20:03 Vinna

Nú formaðurin í Linufelganim var í ÚV og gjørdi viðmerkingar til frágreiðingina og framløguna hjá NUMU á Sjómannadegnum, har hann segði, at støðan hjá línufelagnum ikki var so døpur sum frágreiðingin legði upp til, tí fleiri feløg ið reka línuskip høvdu positivan rakstur tvey tey seinastu árini.

 

Frágreiðingin hjá NUMO

Tað er sera áhugavert at NUMO ár eftir ári ger brancheanalysur innan fiskivinnuna, og her er oftani talan um miðaltøl hjá øllum skipunum, og vilja granskoðarafeløg ikki viðgerða einstøku roknskapirnar men gera yvirorðnaðar greiningar.

Úr greiningini hjá NUMO kunnu vit lesa at miðalaldurin hjá línuskipunum er 47 ár, bara hetta í sær sjálvum sigur, at her er heilt galið. Í 1996 vóru tað 15 línuskip og í 2007 heili 24 línuloyvir. Í dag eru einans 14 línuskip. í 2000 vóru 250 ársverk og í 2006 vóru 327 ársverk og í 2018 einans 189 ársverk. Kelda: NUMO

 

Hýru- og lønargjaldingar

Í 1997 vóru hýru- og lønargjaldingarnar 50 mió kr, í 2003 172 mió kr og í 2009 56 mió kr. Í 2018 140 mió kr.  Kelda NUMO.

Her skal viðmerkjast at línuflotin og útróðrarflotin í 2009 søktu um kreppuhjálp orsaka av vánaligum fiskiskapið og prís. Talan var um undir 20 milliónir krónir tilsamans í kreppuhjálp til allan húkaflotan í eitt ár.

So at siga, at støðan hjá flotanum ikki er so galin sum NUMO hevur lagt fram, er at undirdríva verðuleikan. Skipini hava í fleiri ár havt vánaligt lønsemið og tungan rakstur, tí er støðan so vánalig, at fleiri reiðaríðir hava skift eigara ella fingið kapitalinnspræning frá stóru reiðaríðunum í Føroyum. Tó er at fegnast um, at tað hevur gingið betur í seinastuni og sær framhaldandi gott út í 2019, bæði hjá ísfiskalínuskipunum og fristilýnuskipunum. 600 tons av toski við Ísland og Flemish Kap muna eisini, men tað skal nógv meira til fyri at kunna gera íløgur 100 til 200 milliónir klassanum.  

 


Ársverk

Í 2000 vóru tað 250 ársverk, i 2006 327 ársverk og í 2018 einans 189 ársverk. Kelda Numo.

Umframt omanfyri nevndu viðurskiftir eru vit vitni til, at politiska skipanin áhaldandi roynir at geva trolarunum betri veiðumøguleikar at fiska tosk og hýsu. Djúpvatnstrolarar eru blivnir partrolarar og smáu trolbátarnir fiska eisini nógvan tosk og hýsu.

Seinasta ár var fyrstu ferð nakrantíð í søguni, at trolarar og trolbátar fiskaðu meira tosk enn útróðrarflotin og línuskipini. Tað hevur altíð verið soleiðis, at høvusrættindi til tosk og hýsu liggja hjá húkaflotanum og hinir skipabólkarnir bert høvdu hetta sum hjáveiðu í teirra fiskiskapi.

 


Nýggj rættindi undir Føroyum

Tá ið man skal gera greiningar av føroysku fiskivinnuni,so eru tað tvey viðurskiftir man skal gera sær greitt. Tað ber ikki til at samanbera uppisjóðarveiðu og flakatrolarar við føroyska heimaflotan, har eru rættindi og lønsemi ikki samanbærlig. Somuleiðis gevur tað onga meining at viðgera vinnuna áðrenn 2010 og eftir 2010 út frá somu fortreytum, tá verður øll greiningin skeiv. Í 2010 áseta vit okkum nýggj rættindi uppá 80.000 tons og komandi árini heilt upp í 150.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi.

Áðrenn eg fari víðari við greiningini, so er vert at nevna, at eitt føroyskt ísfiskalínuskip bert hevur rættindi / møguleika at fiska eini 1.000 til 1.200 tons um árið, meðan íslendsk og norsk línuskip fiska eini 3.000 - 4.000 tons um árið. Ein byrjan er at skaffa hvørjun línuskipið eini 500 tons av toski og hýsu. Hvat við at skaffa býligt agn t.d. føroyska sild og makrel til húkaflotan nú vallyftini eru so mong ?

 


NUMO tosar um opið hav.

Grannskoðarafelagið hevur í fleiri ár tosa um opið hav, ið merkir at línuskip møguliga kunnu fáa rættindi har Føroyar samráðast við sínamillum fiskiveiðuavtalum. Hetta er sera áhugavert og hava vit í Línufelagnum fleiri ferðir víst á í Fiskimálaráðnum, at tað mátti verði møguligt at býtt um uppisjóðarrættindi við eitt nú toska- og hýsurættindi á bestu fiskimiðum undir Íslandi.

 


Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim vilja

Bæði Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim hava ført fram at línuflotin eigur at fáa part av nýggju rættindunum undir Føroyum. Hetta skulu teir hava tøkk fyri.

Makrelur fyri 1.000 milliónir kr. givin til feløg / skip ið ikki reka uppisjóðarveiðu. I dag kunnu vit konstantera, at politiski mynduleikin hevur latið partrolarum, trolbátum og djúpvatnstrolarum og rækju og flakatrolarum makrel fyri eitt virðið uppá umleið eina heila milliard frá 2010 til 2018.

Eingin veit hvat fyri saklig og lóglig argumentir liggja aftanfyri útlutanina. Í gomlu fiskivinnulógini framgekk tað ongastaðni, at feløg í reka húkaveiðu eru verri stilla lógarmessiga til atgongd til nýtt tilfeingið undir Føroyum. Jú tú læs rætt 1.000 milliónir til útvald trolarafeløg, har tað mesta er farið til partrolarar og djúpvatnstrolarar. Í fleiri førum hava onnur skip fiska hesi rættindi, og í fleiri førum hava skip ligi við bryggju og bíða eftir makrelpengunum. 

Jú, støðan hjá línuflotanum er munandi verri enn frágreiðingin hjá NUMO víser. Men tað skal sigas at teirra framløga bara visír eina mynd her og nú, og er hon væl frágingin. Men tann átrokandi spurningurin í Føroyum er hvussu endurnýggja vit heimaflotan?

Til seinast skal eg viðmerkja, at tá tað komu 60 línuskip til Føroyar frá 1956 til miðskeiðis í 60`unum og tá bleiv gongd sett á, at uppbyggja  vælferðarsamfelagi og tí er línuflotin ein av høvuðsrættindahavarunum undir Føroyum.

Skal flotin endurnýggjast, so er tørvur á munandi fleiri hýsu- og toska rættindum og ein greið ætlan frá landsins mynduleikum hvussu vit endurnýggja flotan.

Tað undrar undirritaða stórliga, at Javnaðarflokkurin, Tjóveldi og Framsøkn kunnu føra ein so undarligan vinnupolitikk, at eigaraviðurskiftini í vinnuni eru broytt munandi orsaka av politiskari útlutan av nýggjum rættindum undir Føroyum og hetta á einum sera ótryggum lógargrundarlag.

 


Óli M. Lassen, reiðari 

siviløkonomur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…