Lýsing
Lýsing

Serligan ómak til serligan tørv

SKRIVAÐ: Hanna Jensen, F  |  19.08.2019 - 17:10 Lesarabrøv Løgtingsval 2019 Politikkur

At Føroyar í størri og størri mun hava tikið sær av sínum egnu við serligum tørvi, og hava samtykt Altjóða Breksáttmálan, hevur gjørt okkara land betri!

·      Nú skal brekpolitiska virkisætlanin raðfestast

·      Óhefta eftirlitið við Altjóða Breksáttmálanum eigur at verða sett í verk

·      Vit mugu fáa betri hagtalstilfar, upplýsingar og granskingartilfar innan brekøkið í Føroyum

Eg ætli framhaldandi at stuðla undir og kempa fyri rættindum, skúlatilboðum, virknis- og arbeiðstilboðum eins og bústaðarloysnum fyri fólk við serligum tørvi.

Eg leggi mína orku og slagkraft í hetta, at vit koma á eitt væl hóskandi støði, sum fremur, at rætta hjálpin ongantíð er langt burtur í tíð ella á staði.

Ein tann ringasta støðan, eg sum politikkari kann koma í, er tá ein familja við einum barni, sum hevur serligan tørv, stendur ráðaleys.

 

Ætlan, ráðgeving og vegleiðing

·      Ein vegleiðing kring skúla-, menningar- og starvsmøguleikar skal setast á stovn, ein møgulig staðseting er nýggja Vegleiðingarstovan, har vitan um yrkis- og útbúgvingarmøguleikar í løtuni verður savnað

·      Arbeiðið við OCN skipanini skal útbyggjast, so fleiri fáa gagn av, at førleikar verða skjalprógvaðir

·      Ein ætlan um samsipað heildartilboð skal gerast fyri hvørt barn við serligum tørvi, so samanhangur og rættstundis fyrireiking kunnu vera grundkor í lívinum hjá barninum, tí unga og teimum avvarðandi

 

Eg fari at gera mær serligan ómak at fylgja málum viðvíkjandi børnum og ungum við serligum tørvi:

·      Serflokkar og sertilboð skulu mennast innan fólkaskúlan

·      Rásin skal útbýggjast, sum ætlanir eru lagdar um

·      Serligt skipað miðnám skal útbyggjast

·      Dygdargóð, mennandi og trygg tilboð til teirra, sum ikki fylgja hesum skipanum

·      Menning og endurmenning skulu styrkja likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika

 

Mál og samskifti

Eg eri glað fyri, at eg á vári 2017 legði uppskot fram um at viðurkenna teknmál sum mál í Føroyum, og at tað varð samtykt á sumri í 2017. Hetta er nú partur av ábyrgdarøkinum hjá Málráðnum.

·      Arbeiðið við føroyskum teknmáli skal styrkjast meira

·      Børn, sum eru deyv ella hoyriveik, skulu hava veruligan rætt til at fáa frálæru í teknmáli. Avvarðandi og onnur skulu eisini hava betri møguleikar at læra teknmál

·      Møguleikin hjá tí deyva og hoyriveika at samskifta á teknmáli í øllum lívinum skal støðugt víðkast

·      Teknmálstulking skal sum heild styrkjast

Karlstadmodellið er ein arbeiðsháttur, sum hjálpir mongum børnum at samskifta, og eg eri glað um, at hava raðfest Karlstad arbeiðsháttin innan m.a. Sernám.

·      Tilfarið til Karlstad arbeiðsháttin skal nú føroyskast sum skjótast.

·      Betri rúmd fyri Karlstad- modellinum skal finnast innan serøkið kring landið

·      Ein ætlan skal gerast fyri at menna og stuðla víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.

·      Vitanin um hetta at hoyra, tosa, minnast, skriva og lesa skal savnast. Upp í hetta hoyrir eisini at menna ráðgeving um tøknilig hjálpartól á økjunum.

 

Bústaðir

Tað er eingin ivi um, at tá tað kemur til bústaðir til fólk við serligum tørvi, tá hevur landið sera stóra ábyrgd. Hesa ábyrgd skulu vit taka!

·      Bíðilistin til bústað fyri fólk, sum bera brek, skal styttast skjótt og fáast burtur

·      Bústaðir til fólk við serligum tørvi skulu fremja tað sjálvbjargni, sum brúkarin hevur, fær undir útbúgving og menning, og sum skal haldast viðlíka.

 

Framsókn sigur í valskránni: “Serøkið skal rigga so væl, at familjur við børnum og ungum, sum hava serligan tørv, kenna á sær, at røttu skúla-, virknis- og bútilboðini eru tøk til røttu tíð.”

Eg bjóði meg fram at gera mítt ítarsta, at hetta lyfti gerst veruleikin í Føroyum!

Hanna Jensen, valevni fyri Framsókn

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…