Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frá vinstru: Valter og konan Raphaelle, síðani Célinda vinkona Raphaellu og maður hennara Emmanuel, uttast til høgru Hanna Jensen

Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinum í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.08.2019 - 14:57 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hetta er ikki ein politisk grein, men søgan um eina sera rørandi løtu úti í Klaksvík á Føroya sjómannadegi. Niðanfyri sigur Hanna Jensen frá, hvussu hon upplivdi hesa søguna, sum av sera sjáldsamari tilvild kom í lag. Hanna skrivar:

AT VERA Á RÆTTA STAÐ TIL RÆTTA TÍÐ - epiphaneia

Kenna tit hetta, at viðhvørt ganga tingini betri upp, enn mann kann vænta? Og at støðan tykist halgað?

Soleiðis var á Sjómannadegnum í gjár. Dóttir vinir okkara í Fraklandi, sum vit hava kent síðani í 1995, tá vit búðu í Laval, er í hesum døgum og vitjar saman við unnusta sínum. Hon er utbúgvin arkitektur, og arbeiðir í París, men er ættað úr Bretagne og uppvaksin í Mayenne.

Tolkur í Christianskirkjuni

Í summar giftist onnur ung fronsk kvinna í Klaksvík við sínum kæra, og eg hevði tann heiður at tolka røðuna hjá Hanusi presti til vígsluna í Christianskirkjuni. Eg hevði møtt henni fyrr, tí hon arbeiddi í Gøtu ta fyrstu tíðina í Føroyum hjá Ósbirni Jacobsen, arkitektum.

Bjóðaði til sjómannadag

Eg bjóðaði spontant fronsku gestum okkara til Sjómannadag, og meðan vit fingu okkum morgunmat og síðani lurtaðu eitt sindur eftir setan og handan av heiðuri fyri bestu skip í bólkunum, so síggi eg fronsku kvinnuna, sum er búsett í Klaksvík, koma gangandi saman við føroyska manni sínum gjøgnum trongu fólkamongdina, og hugsi spontant: lat meg fáa hana higar at heilsa upp á okkara vinir. So eg veittri og toyggi meg, fyri at fáa hetta í lag. Men meðan eg geri meg klára at presentera tey fyri hvørjum øðrum, hoyri eg, at tær báðar skera í róp og látur - áðrenn tær veruliga møtast.

Visti einki um vinarbond

Nú vísir tað seg, at tær hava lisið til arkitekt saman í 5 ár eysturi í Grenoble - vinkona okkara úr Norður Fraklandi og hin, sum er uppvaksin í Suður Fraklandi, og tað er ígjøgnum arkitektur, at onnur kom til Føroya í praktik hjá arkitektinum í Gøtu. Vinkona okkara hevði onga vitan um, at starvsfelagin var farin til Føroya eftir loknan lestur fyri nøkrum árum síðani. Og sjálvandi visti franski arkitekturen í Klaksvík einki um okkara vinarbond til familjuna í Mayenne.

Har stóð eg og merkti stórleikan

Tað var ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinum í Klaksvík í gjár, og har stóð eg og eygleiddi og merkti stórleikan. Eg tók nakrar myndir av kæru fronsku kvinnunum og monnum teirra

Abbi mín í Trongisvági

Stutt frammanundan var ein av manningini umborð á Jóhonnu TG 326 komin yvir til mín, og hevði bjóðað mær umborð at síggja klampin, sum abbi mín í Trongisvági (TG), skipstimbrarin Arnhold Jespersen, hevði gjørt, og sum eina spontana løtu fyri skjótt mongum árum síðani, var komin til nyttu á bumminum á hesi flottu Suðuroyarslupp.

Eg fór umborð og sá klampin og mintist abba í sínum snikkaraverkstaði við øllum hesum skipslutunum, sum vóru nakað serligt fyri hann. Eg legði hondina á abbasa handverk, og tók mynd.

Var á rætta stað røttu tíðina

Tit kunnu ætla, at restina av degnum hevði eg kensluna av at hava verið júst á rætta staði til røttu tíðina. Nógv onnur kær andlit vóru partur av degnum og fleiri góð prát eisini. So takksemið er stórt fyri lívið og tess fantastiska stórleika

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…