Lýsing
Lýsing
Lýsing

VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR

SKRIVAÐ: Bill Justinussen, H  |  20.08.2019 - 19:16 Løgtingsval 2019 Politikkur

Tá barnið á bygd gerst sjúkt mitt á nátt og má fáa læknahjálp beinanvegin, eru tunnilin og vegurin lívæðrin, sum ger, at bilurin kemur fram í tøkum tíma.

Tá næmingarnir fara av bygdini í skúla, eru vegurin og tunnilin grundarlagið undir skúlagongdini.

Tá vit fara av bygd til arbeiðis at vinna breyð á borðið, eru vegurin og tunnilin.

Tá vinnulívið er til arbeiðis, tá lastbilar, trailarar og bussar flyta fólk, fisk og fæ kring landið, eru tað vegirnir og tunlarnir, sum gera alt hetta møguligt.

Tá vit flyta okkum kring landið til møtir, stevnur, festivalar, ítróttarleik, føðingardagar, jarðarferðir og túsund onnur tiltøk eru vegirnir og tunlarnir grundarlagið.

Og tá vit til gerandis gera okkara túsund smáu ørindir til handilin, læknan, bankan, posthúsið osfr, eru tað vegirnir og tunlarnir, sum gera alt hetta møguligt.

Hetta eru alt bleyt virðir. Gerandislívið heima, í skúla og til arbeiðis.

Vit kenna søgurnar frá okkara ommum og abbum. Hvussu harðbalið lívið var, tá gingið var um fjøll og róð varð yvir um fjørð við báti. Mangan í illveðri og brotasjógvi. Við lívinum í veð.

Tí harmar tað meg, tá nøkur vilja niðurgera íløgur í vegir og tunlar til íløgur í asfalt og betong. Hvar vóru vit sum samfelag, um vit ikki høvdu útbygt okkara undirstøðukervi so væl?

 

TUNLAR NORÐUR UM FJALL

Tí skulu tunlar Norður um Fjall gerast beinanvegin. So skjótt, sum nýggj samgonga er skipað, skal verkætlanin bjóðast út. Og tá tilboðini eru komin inn, verður peningur settur av á fíggjarlógini. Hví siga summi, at vit skulu bíða, til tunnilin til Hvalbiar er liðugur?? Vit byggja fleiri skúlar samstundis sum vit byggja nýtt sjúkrahús og mangt annað. Tað ber væl til at byggja tunlar samstundis. Tað er meira enn ein borur til.

Og tá vit eru samd um, at tunlarnir skulu gerast, eru vit longu eisini vorðin samd um, at pengarnir skulu brúkast. Hví so bíða?? Eftir hvørjum?? Vit eiga pengarnar. Og at fáa arbeiðsfólk er IKKI ein trupulleiki.

Tað er betri fyri samfelagsmenningina, at tunlarnir, sum vit longu eru samd um at byggja, verða bygdir skjótast gjørligt. Tí skjótari, teir verða bygdir, skjótari kemur búskaparframgongdin, sum hesir tunlarnir skapa. Og skjótari vinnur samfelagið íløguna innaftur gjøgnum búskaparframgongd. Bíða vit, útseta vit hendan partin av búskaparframgongdini.

Men aðrar orsøkir enn búskaparligar eru, sum gera tað enn meiri neyðugt at byrja beinanvegin. Trygdin er als ikki í lagi og tað er við ótta og ekka, at foreldur dagliga lata síni børn koyra úr Sundi til Klaksvíkar í skúla. Harumframt eru tað fólk, sum als ikki fara norður í Sund, tí tey tora ikki.

Tí sigur Miðflokkurin: Tunlar Norður um Fjall beinanvegin. Tað ber VÆL til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík