Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sildarok á Vágni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.08.2019 - 11:47 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Hjaltur Poulsen setti trý gørn við Stórukai í gjárkvøldið. Tá hann dróg gørnini fyri løtu síðani, vóru umleið 6-700 pund av góðari sild í.

Tað er veiðimaðurin mikli, ið hevur verið í gongd í gjárkvøldið og í morgun. Hóast nógv sild hevur verið á sæð á vágni í Klaksvík í fleiri dagar, so er ongin annar enn Hjaltur, ið hevur sett eitt garn. Hvør orsøkin er er ilt at siga nakað um, men ein sanroynd er, at ilt er at sleppa av við sild fyri nevnivert av peningi, og helst eru tey farin at fækkast, ið steikja sild á pannuni ella salta og marinera sild til egið brúk.

Tá eg spurdi Hjaltur hvat hann skuldi brúka sildina til, segði hann mær, at sild er gott agn at brúka á Halanum. Hann ætlar at frysta sildina umborð á Ågot og so brúka hana til agn. So hetta hann hevur veitt í morgun kemur til sættis.

Hjaltur Poulsen er skipari á Ågot og hann segði eisini at Havstovan fær nakrar sildir til kanningar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark