Lýsing
Lýsing
Lýsing

Regin

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, E  |  21.08.2019 - 22:00 Løgtingsval 2019 Politikkur

Ein tjóð stendur á fleiri lunnum, men berandi plankin er málið og mentanin. Hóast materiella vælferðin man vera trivaligari her enn flestu staðir í heiminum, bendir nógv á, at evnisbundnu virðini hava fult og treytaleyst tamarhald á okkum. Flokkarnir eru nú í neyðini farnir at kráma uppi á familjunum, og lova, við ongari fígging, tíansheldur nakrari trygd, at oysa meiri fæ og vælferð omanyvir eitt fólk, sum ikki megnar – ella rættari ikki ynskir ella tímir - at halda sær uppi við egnari uppdrift búskaparliga.

Tey veruligu virðini eru immateriel. Andlig. Tvey av teimum, alin av sama vaðmali kortini, eru mál og mentan okkara. Strongurin sum gongur ígjøgnum okkum øll. Grundtærið í tjóðini. Tað verðsliga kemur og fer, men fáa andligu virðini neyðugu bótina, áhaldandi, verða vit ikki tikin av fótum, líkamikið hvussu vindar úr verøld annars blása á okkum.

 

Havi júst lisið bókina “Heimurin, ið hvarv.” Kendi tónleikarin úr Leirvík, Knút Háberg Eysturstein, hevur skrivað, og Sprotin gav út. Um Regin Dahl, sum var ein óvanliga væl gávaður maður, - yrkjari og sangtónaskald. Hann hevði tað ikki frá fremmandum. Sonur próst Dahl og abbasonur bakara Hansen. Hann var partur av ættarliðnum, sum trein á pallin eftir fyrstu yrkjararnar og sangtónaskaldini í tjóðskaparbyltingini. M.a. yrkti hann í Beltisgyrði (1949) um Jóannes bónda: “Tú kveikti eld í faðir mín, tú kveikti eld í meg, tú gekst sum mikil ljósberi, lýsti okkum øllum veg.” Seinasta ørindi ljóðar: “Hagar streingja vit heiti várt, á hesum skilnaðarstað: Nú fylgja vit allir tíni rás, fram í heiðan dag!”

 

Bókin er – umvegis Regin - ein framúr lýsing av prosessini, sum tjóðskaparfólkini kveiktu, og hvønn týdning rørslan fekk fyri samleika okkara heilt fram til okkara dagar. Regin var útlagin stóran part av lívinum, men so væl kálvføddur í føroyskum mentanarjørðildi, at hann sjálvur gjørdist ein týðandi ljósberi í føroyskari yrking og ditto tónleiki.

 

Tá lógu Føroyar avbyrgdari enn nú. Fólk lurtaðu eftir Norðmanninum, Kalundborg og kanska BBC – ávirkanin uttaneftir var annars lítil. Í dag er allur heimurin knýttur saman í einum talgildum streingi – og tað nyttar lítið at seta forðingar upp ímóti ávirkanini og trýstinum, - tað finst bara ein leið á hesum mótinum: At díkja á kálvføðingina innanvert egin mørk. At dubba og at styrkja um mótstøðuføri. Ávirkanin uttaneftir er farin at merkjast, serliga í málbrúkinum, og her mega átøk gerast, tøk takast, skal móðurmálið ikki víkja fyri anglikansku innrásini, serliga, og donsku ávirkanini - sum altíð hevur verið.

 

Móðurmálsfrálæran skal gerast væl meiri munadygg, og málið má fáast á talgildar miðlar, serliga hesar sum børn og ungdómar nýta, nú tað meiri enn so hendir seg, at óvitar í ansingarstovnum samskifta á donskum ella enskum máli. Dugir tú ikki móðurmál títt til lítar - verður tað annað ella triðja málið - so er alt foykt burtur eftir stuttari tíð. Onnur avleiðing er, at tú missir samleikan, teg sjálvan, burtur, og so er onki eftir.

 

Nú hundraðtals milliónir krónur – um ikki milliardir – spola út í vallyftum í hesum døgum, til evnisbundin høpi, sum í ólukkumát fara at tyngja um rakstrarsíðuna hjá landi og kommunum, tekur ongin mentanararvin og støðu málsins upp á tungu. Kanska er tað ov lítisvert, at tosa um ein geira, sum krevur so lítið av fæi, serliga á rakstrarsíðuni. Nakað av rakstrarkrónum skal til. Í einum so nógv avmarkaðum marknaði er neyðugt at løna mentanararbeiðarum, tað gera onnur lond eisini – hóast væl størri enn okkara. Umframt tað eiga vit eftir einari langtíðarløguætlan – fyrst og fremst fyri berandi mentanarstovnar okkara – sum hava ein rakstur frammanundan – at fáa glið á bygging av Tjóðsavni, Landsbókasavni, Landsskjalasavni o.s.fr.

 

Tjóðleikhúsið skal byggjast í næsta valskeiði – og føroyingar eiga sjálvir at fíggja hendan meginskála. Líkamikið um stoltleikin stendur á Skálatrøð ella í Runavík, ið bæði verða partur av sama meginøki um eitt ár.

 

Tað kennist sum tjóðskaparrákið – ið m.a. helt einum manni sum Regini Dahl uppi í vindinum - er makað, kámað. Tí má nýggj kveiking til, skal mentanin og málið framvegis og frameftir verða trivaligi plankin, sum tjóðin stendur á. Foykist hann - foykjast vit, og tá er ikki so frægt av eimi eftir í øsku at til ber at vera ljósberi yvirhøvur.

 

Hetta er eitt samfelt mál, tjóðarlaðing, sum allir flokkar og allir tingmenn, valdir um hálva aðru viku, eiga at stuðla undir.

 

Gott val.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…