Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bryggjubros, men álvaratos !

SKRIVAÐ: Pól Huus Sólstein, A  |  21.08.2019 - 22:11 Løgtingsval 2019 Politikkur

Eg havi leitað mær oman á bryggjuna í morgun, at vita hvat er á vási.Tað er vátt og kalt. Lágættin hevur regn við sær morgun. Men her er lív í á bryggjuni Klaksvík. Garnabáturin Guðrun er júst afturkomin, eftir at hava roynt á Tað er gott lag á monnum. Føroya Banka eftir Havtasku. Teir sita tveir í einum bili og kroka fyri regninum. Tveir reiðara. Eg spyrji eigaran og skiparan hvussu hilnaðist. Jú, væl. 13.000 pund á trimum trossum.  Prísurin kundi verið betri, men tað er í lagi; áleið 26 kr pr. kg.

Og mín sann stendur hann aftur her í Morgun. Sjúrður. Sjúrður Josephsen. Og trúfastur er hann; tíðliga og seint tá útróðrarbátarnir koma aftur av útróðri er hann her.  “Eg eri 81, men aldurin hevur ongan týdning. Heilsan er góð, og er onki hóttafall, so ætli eg mær at arbeiða”. Og leggur hann afturat: “Lat verða við at hugsað um hvat onnur hava og eiga”. Ein góð lívregla.

Hesir mennirnir eg tosið við á bryggjuni eru allir pensiónistar. Hava liva eitt gott og virkið lív, og givið tað til samfelagið sum tað krevur av teimum. So sjálvandi skulu allir pensiónistar hava sítt útgjald úr samhaldsfasta skattafrítt; hetta eru pengar sum øll hava rætt til. Og hetta eru pengar sum arbeiðsmarknaðurin eigur, og ikki politiska skipanin!

Eg seti meg innaftur í bilin. Tendri útvarpslurtið sum vanligt. Ein endursending av TINGINUM er í KVF. Tjóðveldisflokkurin. Og sum eg koyri, eri eg við at missa harradømi á bilinum, tá Hoydal sigur at ein atkvøða fyri einum vinnulívsmanni, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin, er tað sama sum at velja eitt Partafelag inn á ting. Sig mær; hvat billar hann sær inn?

Á bryggjuni í morgun møtti eg trimum skilamonnum við hvør sínum partafelag. Eg hitti sku ikki trý partafeløg. Eg møtti trimum menniskjum við dirvi og áræði.

Og eg stilli upp fyri Fólkaflokkin, og eg eri ikki nakað partafelag, hóast eg eigi eitt. Eg eri eitt menniskja av kjøti og blóði, sum ynski at gera mun fyri ung sum eldri, høg og lág, stór sum smá. At betra um korini hjá okkum øllum. Eg vil hevja røddina vegna tey sum ikki hava eina rødd. Og eg havi ikki tørv á at tekkjast tey máttmiklastu innan politikk; mítt hjartað liggur hjá teimum máttleysu.

Og lat tað verða sligið fast við 7-tumma seymi: Eg møtti ikki 3 partafeløgum í morgun, men 3 vitugum eldri monnum við hvør sínum partafelag. Onki partafelag kemur nakrantíð á ting. So mikið av virðing burdu vit øll havt fyri okkar løgtingið. So er tað sagt

Vel Pól. Vel Fólkaflokkin

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag
Semjuskjal um heilsugransking og undirví…
5G er tendrað