Lýsing
Lýsing
Lýsing
KVF | Mynd: Kristin Michelsen var ein av fáu politikarunum, ið fingu lív í fjøldina

Fysiskt kring landið, mentalt í Havn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.08.2019 - 13:49 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Evnini til valfundirnar hjá Kringvarpinum kring landið taka ikki støði í jørðildinum, har teir verða hildnir, ella í valskráunum hjá flokkunum, og hava tí verið bæði tamir og keðiligir. Sagt varð um staðsetingina á Tvøroyri í gjár, at Kringvarpið valdi eitt lítið høli fyri at fáa eitt ávíst baksýni til sjónvarpsmyndina, og tað hevði við sær, at fundarfólk ikki fekk sess.

Valfundurin á Giljanesi tann 14. august hevði tvey evni. Ferðavinnu og stytt arbeiðsvika. Annað evnið var gamaní aktuelt, men tað er valla nakað stórmál, sum skilir vøtnini. Lítil munur var eisini á flokkunum, og orðaskiftið gjørdist heldur tamt. Hitt var mál, sum verður regulerað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og sum Løgtingið tí neyvan kemur at arbeiða við eftir valið. Burtursæð frá at okkurt einstakt valevni hevur nevnt tað, er tað heldur ikki partur av valstríðnum.

Eina viku seinni verður farið til Suðuroyar at halda valfund. Nú vóru evnini umhvørvið, sum heldur ikki fekk pulsin upp um miðal hvílipuls. Seinna evnið var tunlar, og tað stóð í kontrast til ta annars óáhugaverdu linjuna, sum KvF hevur lagt fyri dagin í sínum evnisvali. Men hinvegin hevði tað helst verið meira relevant at goymt tað evnið til valfundin í Norðoyggjum í komandi viku, har tað er mest aktuelt og ein heilur flokkur er stovnaður uppá tað. Men sum sagt, hetta evnið var ein glotti, tí ein tunnil er so smátt byrjaður í Suðuroynni, og ein annar skal helst gerast seinni. 

Ein kann spyrja, hví uppleggini til valfundirnar kring landið ikki taka útgongdsstøði í teimum økjunum, har fundirnir eru. Tá valfundur er í Vágum, hví so ikki taka eitt evni, sum er aktuelt fyri Vágar? Flestu flokkarnir stillaðu jú við valevnum úr oynni, sum heilt víst hava nógv uppá hjarta, ið hevur við oynna at gera, men sum næstan ikki sluppu at diskutera tað, tí evnini vóru sentralt avgjørd. 

Ella ein kann spyrja: Hví skal Arnfinn á Birtuni ferðast úr Vági til Giljanes fyri at kjakast um eitt portur í Saksun? Kundi man ikki latið frítt kannabis verið eitt evni, tá nú bæði Miðflokkurin og eitt valevni hjá Javnaðarflokkinum eisini hava áhuga í tí, og tað tí er aktuelt?

Nú hevur Kringvarpið tveir valfundir eftir, annan í Klaksvík og hin í Tórshavn. Verða hvørki fiskivinna ella Tunlar Norður um Fjall partur av hesum fyrra, so kann roknast við at eisini hann verður tannleysur, tí serliga fiskivinnan hevur fylt ómetaliga nógv í Norðoyggjum alt hetta valskeiðið. Verður hon ikki annað evnið, kyknar ein illgruni uttan iva um eina dulda dagsskrá, tí vit vita, at har eru politikarar og flokkar, ið eru vorðnir ópopulerir uppá tað evnið og helst vilja sleppa undan at tosa um tað.

Onnur skipa eisini fyri veljarafundum, treyðugt so. Í Sjónleikarahúsinum í Havn verður lív roynt at fáa í gomlu, lívligu valfundirnar við einum øðrvísi veljarafundi. Hetta tiltakið sigst vera ein beinleiðis protest ímóti keðiligu fundunum hjá KvF. Í Kongshøll leygardagin verður ein annar valfundur, har gransking verður evnið. Á Fossánesi sunnudagin verða Tunlarnir Norður um Fjall millum evnini. Í Smæruni í Tórshavn týsdagin verður evnið vælferð. Hesir smáu tematisku valfundirnir hava tað til felags, at teir allir fáast við áhugaverd evni, sum eru sprottin úr fólkinum og (fak)økinum, og ikki úr erva á einum redaktiónsfundi í Sortudíki, har sjónarringurin hjá redaktiónini er so sum so.

Hetta skal skiljast sum konstruktivur kritikkur, soleiðis at Kringvarpið fær rættað kumpass til teir báðar seinastu valfundirnar. Kringvarpið eigur at stinga fingurin í jørðina og spyrja, hvat rørir seg í fólkinum, har fundurin verður hildin, og í øðrum lagi, um tað ikki ber til ella er ov ógreitt, at sleppa hondbremsuni og lata flokkarnar og lokalu valevnini tosa frítt frá livrini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum