Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gøtan løgd

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  22.08.2019 - 16:56 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í hesum døgum verður gøtan niðan í lundina omanfyri Faktorshúsini gjørd meira liðug. Hon verður løgd við føroyskum gróti – terningar, sum eru 10 x 10 cm, sligið grót fra Føroya Grótvirki.

Samstundis verða blomsturbedini eisini sett við plantum, so her byrjar rættiliga at fríðka um.

 

Ovast í lendinum verður nú bilhúsið tikið burtur og eitt størri parkeringspláss gjørt í staðin til eini 5 bilar.

 

Fram við vøkru gøtuni eru lá parkljós sett, og ein prýðiligur bonkur verður eisini settur miðskeiðis í lendinum.

 

Um miðjan september kemur sjálv standmyndin og við henni Hans Pauli Olsen, listamaður, sum skal seta hana upp.

 

Hátíðarhald verður 24. september, tann dagin Norðoya Sparikassi fyllir 100 ár.

 

Tað er KHJ Nýgerð við Karl Hera Joensen, sum stendur fyri arbeiðinum at gera økið byggibúgvið til endamálið. Gunnleiv Joensen ger graviarbeiðið og TTS ger el-arbeiðið. Vakurt ger gróðursetingina í blómubedunum.

 

Hetta verður ein vøkur lítil gróðursett lund við Elinborg Lützen, listakvinnu lítandi norðuryvir – Fyrsta standmynd av navngivnari kvinnu í Føroyum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund