Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ætlar Poul Michelsen at avtaka kommunurnar og leggja tær undir Innlendismálaráðið at umsita? Svarið blesur í vindinum. | Mynd: kvf.fo

Jørðin kallar Framsókn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.08.2019 - 11:04 Leiðarin Mentan Politikkur

Í drúgvum lesarabrævi útgreinar Róaldur Jákupsson úr Hoyvík, valevni hjá Framsókn, tað hann segði á valfundi í SALT á Tvøroyri, um at Føroyar ikki eru eitt land, men ein býur. Av tí sama ynskir hann at avtaka allar føroysku kommunurnar og skipa føroyska útjaðaran sum eina eind undir Innlendismálaráðnum, sum afturfyri skal hava 10% fyri at umsita útjaðaran.

Longu her er greitt, at valevnið hjá Framsókn ikki hevur tað stóra innlitið í, hvussu Føroyar uttanfyri Tórshavn fungera. Føroyski útjaðarin er á ongan hátt ein eind, men fleiri økir við hvør sínum sereyðkennum. Norðoyingar hava ikki natúrliga fleiri áhugamál í felag við suðuroyingar enn við havnarfólk ella øvugt, bert tí at Norðoyggjar og Suðuroy liggja í útjaðaranum.

Ynskir Framsókn at turrgelda allan identitet og dynamikk úr klaksvíkingum, vágafólki, sandoyingum og suðuroyingum, við at skera teir yvir ein kamb og umskipa teir til periferiina í býnum, sum flokkurin heldur Føroyar vera?

Lat tað vera sagt, at skuldu vit skipað allan tann føroyska útjaðaran í eina eind undir Innlendismálaráðnum, sum valevnið hjá Framsókn sær fyri sær, so fer hetta at krevja eina ómetaliga arbeiðsorku. Vit høvdu verið noydd at steðgað natúrligu útviklingini í økjunum og lagt fullkomiliga um. Tað, sum Framsókn sær fyri sær, byggir ikki uppá verandi støðu í útjaðaranum, men krevur at vit hugsa útjaðaran heilt av nýggjum. Øki, sum ikki natúrliga hoyra saman ella hava nakað í felag, skulu leggjast saman av fyrisitingarligum ávum.

 

Vit og tit

Paradoksalt nokk innleiðir Róaldur Jákupsson sítt lesarabræv við at siga, at hann er troyttur av “vit og tit”-mentalitetinum, har havnarfólk og borgarar í útjaðaranum eru mótsetningar. Men í allari restini av lesarabrævinum dyrkar hann sjálvur “Vit og tit” og mælir til at umskipa Føroyar fullkomiliga, soleiðis at vit í framtíðini skulu vera ein býur við einum útjaðara. Tann býurin skal væl sjálvsagt vera Tórshavn, og útjaðarin skal so umsitast frá Innlendismálaráðnum í somu Tórshavn. Tað er ófatiligt, at nakar fær seg til at skriva slíkt.

Nógv tað mesta av teirri menning, sum vit hava havt í Føroyum, er skapt lokalt og í samstarvi við kommunurnar. Fiskivinnan spratt í Suðuroynni, og er í dag í høvuðsheitum Eysturoy og Norðoyggjum. Í samstarvi við Klaksvíkar Kommunu ger Bakkafrost eina av heimsins størstu smoltstøðum á Strond. Tvøroyar Býrað og Varðin Pelagic tóku lógvatak um eitt stórt virki har. Á Toftum lótu eldsálir Føroya fyrsta stadion byggja í tøttum samstarvi við kommunalu myndugleikarnar har. Í Fuglafirði er ein fantastisk symbiosa millum kommununa og uppsjóvarvirkið Havsbrún. Og soleiðis kundu vit hildið fram í tað óendaliga.

 

Vil Framsókn aftur í amtstíðina?

Tankarnir hjá Framsókn minna nógv um tíðina, tá Føroyar vóru amt og fram til avtøkuna av Kongaliga Einahandlinum. Tá varð alt landið eisini stýrt av skrivstovuni hjá amtmanninum í Havn. Men tá vit fóru frá at verða eitt primitivt bóndasamfelag til eitt framkomið ídnaðarsamfelag – ein gongd sum fyrst og fremst hendi í útjaðaranum – so bleiv alt hetta kollvelt. Útjaðarin gjørdist fíggjarliga lokomotivið í Føroyum, meðan Tórshavn helt fram sum umsitingarligur miðdepil, tó við nógvari útlisitering. Vit fingu kommunur kring landið alt, sum sparraðu við tað skjóttvaksandi vinnulívið, og sum skaptu framburð og stóran fólkavøkstur.

Hesar kommunur stóðu saman við lokala vinnulívinum fyri risa-frambrotum sum renovatión og elveiting. Miðstaðarøkið megnaði als ikki at fylgja við, og tí fingu vit lokalar peningastovnar sum Norðoya og seinni Suðuroyar Sparikassa, eins og vit fingu lokal bløð sum Føroyatíðindi og Norðlýsið. Hesi tóku sjálvsagt støði í lokala jørðildinum.

Har finnast nøkur lond, sum eru skipað, sum Framsókn sær fyri sær at skipa Føroyar. Við einum sterkum miðstaðarøki og einum veikum útjaðara rundanum. Men har er tað hent vegna gongdina í teimum samfeløgunum, og ikki vegna eina politiska plan um, at landið skal síggja soleiðis út. Føroyar minna ikki um tey samfeløgini, tí her hevur útjaðarin altíð verið fíggjarliga sterkur og sjálvstøðugur, og nærum allur útflutningurin hjá Føroyum kemur eisini úr útjaðaraøkjunum. At koyrt allan tann fjøltáttaða føroyska útjaðaran í ein pott undir Innlendismálaráðnum er púrasta burturvið.

 

Burtur úr vón og viti – formaðurin má avsanna

Nú skjýtur valevnið hjá Framsókn upp, at útjaðarin í Føroyum, sum hevur staðið fyri størsta partinum av frambrotunum, sum verið hava í Føroyum, ja, skal avtakast og gerast til eitt direktorat undir Innlendismálaráðnum! Kommunurnar, sum í tøttum samstarvi við vinnuna hava borið Føroyar munandi longur fram enn landsmyndugleikarnir, skulu niðurleggjast og útjaðarin skipast, so hann sampakkar við snævurskygdu havnar-uppfatanina hjá valevninum hjá Framsókn, har allur útjaðarin er ein einstøk eind. Nakað sum hann als ikki er í veruleikanum.

Hetta kann Framsókn ikki meina í álvara, og vónandi boðar formaður floksins í góðari tíð áðrenn valið frá, at hann tekur frástøðu frá hesum ætlanunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.3…
Toppdystur í Klaksvík sunnudagin
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…