Lýsing

68%

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, E  |  24.08.2019 - 16:58 Løgtingsval 2019 Politikkur

68% av tjóðveldisatkvøðunum í Eysturoy velja síni egnu valevni frá, og lata atkvøðurnar fara til valevni aðrar staðir kring um landið, hóast hesi als ongan áhuga sýna økinum, eftir at krossurin er settur.

 

Valfeløgini kring landið eru súlurnar undir Tjóðveldisflokkinum, áleið soleiðis tók Erlendur Patursson til í einari samrøðu miðskeiðis í sekstiárunum. 13. august í 1966 varð Eysturoyar Tjóðveldisfelag stovnað í Losjuni í Gøtu. Bert ein av stovnarunum er enn uppi á døgum – fuglfirðingurin Fritleiv Joensen, sum nú búleikast um okkara leiðir. Hann er tíðum á tráðnum - onkuntíð hittast vit á kirkjugáttini - og áhugi hansara fyri politikki og flokkinum er ikki lakari enn hann var. Skal ikki fjala yvir, at m.a. áhaldni hansara var ein dropin, sum varð medvirkandi til, at eg umsíðir lat meg yvirtala til enn eina uppstilling.

 

7 valdømir vóru í Føroyum. Eysturoyggin var eitt valdømi og Tjóðveldisflokkurin í oynni fekk longu í 1954 umboðan á Løgtingi. Leirvíkingurin Frederik Hansen úr Søldarfirði og Olaf Ellingsgaard av Eiði vórðu valdir. Báðir fiskimenn. Í 1958 valdu eysturoyingar aftur tvey umboð á ting – fyrrnevnda Frederik Hansen og Jógvan Høgnesen úr Fuglafirði. Báðir fiskimenn. Í 1962 fekk flokkurin aftur tvey umboð á ting úr oynni – Frederik og trúboðaran Hans Jacob Ellingsgaard av Eiði. Eftir valið í 1966 hava Frederik Hansen, Signar Hansen/á Brúnni, Petur Reinert og eg sjálvur umboðað flokkin á Føroya løgtingi.

 

Tað varð væntað, at skiftið frá sjey valdømum til eitt valdømi skuldi hamskifta føroyskan politikk – lyfta hann upp á eitt hægri stig. Gongdin gjørdist tíverri tann øvuta. Frá at hava valt politiskar aspirantar, og fólk við politiskum ætlanum og hugsjónum - fyri Føroya fólk og samfelagið - stendur valið nú ímillum glæstrimyndir – plakatir - og ongan boðskap. Selfie higani og til heimsins enda. Vandin fyri at diverse áhugamál hava lættari við at slóða sær rás inn um tinggáttina, umvegis lættkeyptar ørindadreingir, er vaksin munandi, nú botnurin líkasum er farin undan høpinum og tærið lakari enn nakrantíð. Bara fáir tímar frammanvert Tingvarpið eru nógmikið til hesa staðfestingina.

 

Hóast Føroyar eru skipaðar í eitt valdømi, er Eysturoyar Tjóðveldisfelag framvegis uppstillandi organ floksins fyri økið, sum einaferð var egið valdømi. Tá løgtingsval var seinast, í 2015, fekk Tjóðveldisflokkurin 1.082 atkvøður á teimum 16 valstøðunum í Eysturoy. Í mun til at seinast valdi tingmaðurin hjá flokkinum tá – løgtingsformaðurin – fekk 369 atkvøður, kundi atkvøðutalið í okkara øki í besta lagi rokkið til tveir tingmenn, kortini fingu vit ongan, og hava ongan havt síðani 2011.

 

Valskipanin er sum hon nú einaferð er, veljarin hevur treytaleyst tamarhald á atkvøðuni, tí ber til at velja um gomlu mørkini, og frekvensurin í flutninginum av atkvøðum, um landafrøðiligu stikini, er høgur. 740 tjóðveldisveljarar av 1.082 veljarum í Eysturoy valdu á seinasta løgtingsvali at flyta sína atkvøðu av oynni. 68% av atkvøðunum vóru harvið latnar umboðum, hvørs áhugamál eru allar aðrar staðir enn í Eysturoy. Hetta er teirra fulli fólkaræðisligi rættur, men floksins megi í økinum, og landsumfatandi umboðan floksins, terist burtur, og tí er ikki onki í tí, at flokkurin nú í stóran mun er miðsavnaður í einum býi – høvuðsborgini Tórshavn.

 

Tað kann vera bæði gott og ringt, men skilagott er tað ikki, at ein av stóru flokkunum, í hesum førinum Tjóðveldisflokkurin, onga umboðan hevur úr øllum økinum eystanfyri Sundalagið - vinnuliga lívæðr samfelagsins - í politisku skipanini yvirhøvur, hóast Klettskarð í 2015 kom inn um tinggátt sum eykavald á einum 9. plássi, - bert tí at flokkurin tilvildarliga gjørdist partur av einari samgongu.

 

Hesi, sum fingu 740 tjóðveldisatkvøður í Eysturoy, av 1.082 atkvøðum, hava ikki víst økinum, hagani atkvøðan kom, hin minsta áhuga. Tað er vandin, og megin í økinum í mun til landsmyndugleikan viknar í ørandi mun av hesum. Tað sæst aftur so tað forslær. 22% av fólkinum í landinum býr í oynni, fíggjarligi parturin, sum floymir inn í landskassan, man vera lutfalsliga eins stórur, kortini eru einastu almennu íløgurnar, gjørdar í økinum í valskeiðnum, fýra smá víkipláss á Funningsfjarðavegnum (eitt um árið) og ein lítil øksl á Oyndarfjarðavegnum. Promillur av samlaðu íløgum landsins hesi seinastu fýra árini. Viðvíkjandi farleiðini til og frá Eysturoyartunlinum (sum brúkarin skal gjalda aftur umframt Sandoyartunnilin) hevur tað eisini verið sum at seta undir klett, sum at sláa í eina dýnu, og kann Fjallið ikki fara til Móses, má Móses fara til Fjallið. Í tí málinum hevur verið tørvur á staðbundnari umboðan í ólukkumáta, hóast smávegis hjálp fekst á leiðini frá tjóðveldisumboðum í fíggjarnevnd og landsstýri.

 

Hvør orsøkin er til, at tjóðveldisveljarin í Eysturoy frávelur sínar egnu kandidatar, er ilt at meta um. Kortini átti man at umhugsa eitt skifti í so máta, tí har ið man ikki er sjálvur, er man ikki meiri enn hálvur.

 

Hetta er hagfrøðisligt staðbundið faktum, sum kortini ikki broytir mína politisku sál á øðrum mótum.

 

Staðfestast kann til endans, at var gamla skipanin við sjey valdømum galdandi í 2015, Eysturoyggin átti í gomlu skipanini 5 valdømisvaldar tingmenn, hevði Sambandsflokkurin fingið tveir (1.945 atkv.), Fólkaflokkurin ein (1.316 atkv.), Javnaðarflokkurin ein (1.280 atkv.) og Tjóðveldisflokkurin ein valdømisvaldan tingmann við 1.082 atkvøðum.

 

ES:

 

Hartil er tað staðfest, at tríggir av verandi tingmonnum úr oynni hetta valskeiðið ikki stilla uppaftur, Edmund, Jóan Magnus og Kári P., harvið kann hin politiska megin í oynni í ringasta føri minka munandi, púrgerast - og tá er bert ein stórur tapari – Eysturoyggin.

 

Gott val.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Jógvan á Høvdanum
Lítil vindur í kvøld
Løgmaður: Alt landið skal mennast við fi…
Norðsøki avreiðir á Eiði
Lands­kappingardystur nr. 500 hjá Fróða B…
Team Klaksvík spælir sín fyrsta heimadys…
Sera góður fiski­skapur hjá útróðrarbátun…
Alzheimers- og Skrúvuguðs­tænasta í Chris…
Lærusve­ina­skúli í Hvannasundi og á Viðar…
Upptakt: NSÍ-KÍ
Nýggir løgtings­grannskoðarar
Eitt takkarskriv fyri stuðul
Til minnis um Einar Jacobsen av Syðradal…
Mjølnir hevur tilmeldingardag
Eftir málsøkjabýtið: Útjaðarin uppaftur…
Gátufør frágreiðing um Samhaldsfasta
Ongin ógoldin rokning í Tinganesi
Bigge: Tunlarnir Norður um Fjall koma
Yvirlýsing: Samhaldsfasti riggar og skal…
Fult hús til vinnukvøld á Oyrarbakka