Lýsing
Uttanfyri hølið hjá Fólkaflokkinum. Gott lag og prátið gongur øgiligt. Fólk eru spent | Mynd: Oliver Joensen

Norðlýsið vitjaði valkafé'irnar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.08.2019 - 12:02 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Vit vórðu ein túr á valkafé hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum í gjárkvøldið.

Vit høvdu myndatólið við og fingu góð prát og góðar myndir. Valevnini eru sera spent og gera nógv burturúr.

Í hølunum hjá Sambandsflokkinum høvdu Sunneva og Frimodt orðið, umframt formaðurin Bárður á Steig Nielsen. Sunneva og Frimodt greiddu frá hví tey stillaðu upp og eisini hvat tey ætlað at arbeiða fyri á Føroya Løgtingi. Sambandflokkurin heldur til í hølunum hjá Garpar á Klaksvíksvegnum. 

Hjá Fólkaflokkinum var nógv lív í, sum tað vanligt er í Klaksvík. Øll trý valevnini Jákup Mikkelsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Beinir Johannesen gingu millum veljararnar og prátaðu óført. Fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg tiltrekkjur nógv fólk, hann er vitugur sum fáur og spentu veljararnir vildu vita um m.a. persónlig atkvøðutøl, tingmannatal til flokkar og samgongumøguleikar eftir valið. Fólkaflokkurin heldur til í hølunum har Big Stan hevði pizzaria til fyri kortum. 

Í kvøld fara vit á valkafé hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi eftir valsendingina á Skúlatrøð í kvøld, sum KVF fyriskipar. Í morgin fara vit á valkafé hjá Sjálvstýri. 

Niðanfyri sæst skráin hjá ymsu kafé'unum 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðsøki: Ókeypis fiskur í morgin
Norðoya Sparikassi broytir innlánsrentur…
Lands­læknin sjúkrameldaður
Saknurin verður stórur
Eg síggi ljóst uppá framtíðina
Góður fiski­skapur eftir gullaksi
Flokksmannadagur 2020
Føroyar á odda
Býráðsskrivstovan um páskirnar
183 føroyingar fingið staðfest smittuna
Listafólk kunnu søkja um luttøku í Lista…
Hjálpið handilsvinnuni við at keypa føro…
Hon skrivaði bræv og riggaði av, ímeðan…
Ljóðbrot: Tá KÍ vann greipuna fyri fyrst…
Pálmasunnudagur - andakt
Tredivutúsund ára gamlir, ella eldri, tr…
Minkandi vindur seinnapartin
Ísfiskalínu­skip­ini í Norð­oyggjum eru løg…
Eingin smittaður seinasta samdøgrið
Hygg her: Saman í tryggari frástøðu