Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað eru hesir stólar, sum skulu mannast á løgtingsvalinum í morgin. | Mynd: in.fo

Formenninir í hopla í lívligum og avdúkandi endaspurti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.08.2019 - 22:50 Leiðarin Politikkur

Seinasta formansumfarið var í KvF í kvøld, 30. august, kvøldið fyri valdagin. Her kom ikki so nógv nýtt fram, men tó blivu vit klókari uppá, hvat fyllir nakað hjá formonnunum. Formenninir spardu seg ikki, og ongin setti sítt ljós undir eina skeppu. Men onkur góðtók ikki premissuna, og onkur annar helt seg ikki heilt til sannleikan.

Jørgen Niclasen hevur orðið í síni makt, og hann sendi eisini eina skotriðu av kritikki eftir Høgna Hoydal um útihýsing og stigmatisering av fólkafloksfólki. Høgni Hoydal bleiv helst eitt sindur skakkur av skarpa tónanum, og svaraði heldur víkjandi, men tá hann løtu seinni fekk høvdi at velja hólmgongumótstøðumann, valdi hann Jørgen Niclasen og gav aftur av somu skuffu. Tað var undirhaldandi at síggja tvær tílíkar hólmgongur millum tveir retorikarar av Guðs náði.

Beint eftir fór kjakið í tað hugnaliga hornið. Dan Klein spurdi Bárð Nielsen um hann ikki helt Kaj Leo Johannesen hava verið fantastiskan í makrelstríðnum, og Bárður, sum hevði skjøldurin uppi og var klárur til at standa ímóti einum álopi, fann skjótt smílið fram. Jenis av Rana úr Miðflokkinum helt fram, har Dan Klein slepti, og gjørdi enntá setningarnir hjá Bárði lidnar og suppleraði teir. Her var ongin hólmgonga.

Løgmaður royndi eftir førimuni at seta Jørgen Niclasen fastan, og tað eydnaðist partvís. Samgongan hevði lisið av, at tað veika punktið hjá Jørgeni var fíggingin til vallyfti floksins, og hóast Jørgen royndi, so fekk hann ikki reiðiliga sannført hyggjaran um, at hetta hevði hann stýr uppá.

Jógvan Skorheim úr Sjálvstýri stendur eftir sum kanska tann mest avbalanseraði. Hann kláraði at fáa fram, at Sjálvstýri er sín egni flokkur, serliga tá hann nakrar ferðir fyrihelt seg kritiskt yvirfyri Fólkaflokkinum. Flokkurin hevur ikki tær bestu veljarakanningarnar at vísa á, men tað er ein støða, sum flokkurin er vanur við og sum formaðurin tí nú skal duga at takla. Og tað gjørdi Jógvan Skorheim, sum megnaði at greiða frá rættiliga væl, hví Sjálvstýri eigur eitt pláss í miðjuni í føroyskum politikki. 

Nýggju flokkarnir royndu eftir førimuni. Hesir eru ikki eins garvaðir oratorikarar, og tað sást aftur. Dan Klein úr Framtakinum fór við høglspreiðara og skeyt í allar ættir, og tað eydnaðist ikki so væl. Hinvegin stóð Hjalmar Zachariasen seg væl og dugdi væl at svara fyri seg. Tá hann fór í “clinch” við tann elsta politikaran av øllum, bleiv Poul Michelsen til tíðir eitt sindur tikin av bóli og visti ikki hvat hann skuldi svara. Føroyaflokkurin man ivaleyst rokna hetta sum eitt góðkent avrik av formanninum.

Men, sum Brynhild Thomsen segði í steðginum, so var Málið við stóra M, tað, ið yvirskuggar øll onnur mál, fiskivinnunýskipanin. Her var vøllurin kritaður upp millum Jørgen og Høgna, sum kanska tilvitað vórðu staðsettir í hvør sínum enda av formansraðnum. Sum kjakið hitnaði, fekk Jørgen sagt, at fiskiloyvi framvegis verða handlað undir nýskipanini – og her gjørdi Høgni Hoydal tað mistakið, at hann avsannaði at privatir handlar framvegis fóru fram undir nýskipanini.

Tað skuldi hann ikki havt gjørt, tí sum tað sæst aðrastaðni her á síðuni, so er dokumentatión løgd fram um, at loyvi við rættindahavaranum Thor Fisheries er útskrivað til Klakk tann 22. juli, og tað loyvið er keypt frá rættindahavara. Líggjas Johannesen, ið var við Klakki á Flemish Cap sigur tað sostatt vera ósatt, sum fiskimálaráðharrin førir fram um, at privatu handlarnir nú eru søga.

Sum heild eydnaðist valfundurin sera væl, munandi betur enn fleiri av andglettunum og onkur av hinum valfundunum. Politikararnir vóru sera væl fyrireikaðir og væl upplagdir, og tað var eisini væl frágingið av vertunum. Eitt virðiligt punktum fyri eitt valstríð, sum skiftivís hevur verið hart og tamt. Politikararnir sluppu at tosa, og hóast onkur helst angrar tað, hann segði, so er tað nakað soleiðis sum í kvøld, ein livandi fundur skal vera.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…