Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðsøki roynt við snellu

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.09.2019 - 14:20 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Heri Vang, skipari á Norðsøka sigur, at nú prísurin á hýsuni er so vánaligur, hava teir roynt við snellu síðani íslandstúrarnir vóru at enda. Norðsøki gjørdi tríggjar túrar undir íslandi í summar  og fekk ávikavist 78, 65, og 70.000 pund teir tríggjar túrarnar.

Síðani hava vit gjørt tveir túrar við snellu undir Føroyum, teir góvu 4.300 pund og 3.000 pund. Vit ivast í løtuni í hvørja veiðu vit fara á komandi dagarnar. Um eg skal siga tað sum tað er, so havi eg bestan hugin at fara á snelluveiðu aftur, men veðurmenninir boðað frá vindi komandi dagarnar, so vit eru eitt sindur yvasamir. Línuspælið er komið umborð aftur, so vit kunnu altíð fara við línu, og skjótt er at avmontera snellurnar, so vit fáa at síggja hvat tað blívur til.

Higartil í ár hevur Norðsøki fiska fyri umleið 4,8 milliónur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni