Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mentanardagar í Fuglafirði

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  07.09.2019 - 17:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Við drúgvari skrá frá hósdegnum og til og við í morgin, sunnudagin eru mentanardagar í Fuglafirði.

Í allar fagrasta veðri lá Martin hjá Bakkafrost og reinsaði nótir úti á Pállinum, meðan hópin av fyritøkum og fólk annars riggðau til stórt morgunmatarborð við Mentanarhúsið í Fuglafirði í dag.

Ein stórur partur av skránni í dag fór við kassabilakoyringnini, sum var skipað ógvuliga profesionelt við innleiðandi kapping og síðani at finna ein vinnara. Men tó hevði hugflogið, páparnir, abbarnir og skulpararnir ein stóran tídning og fingu eisini heiðursmerki.

Vinnarin frá í fjør, sum nógv álit varð sett til, breyt aksilin ávegis til startmálið, men tað var skjótt, at eitt sveisiapparat varð funnið og aksilin afturgjørdur.

Dómarar og frásøgufólk vóru Hansina Olsen og Jákup Veyhe, sum ikki gjørdu upplivingina keðiligari.

Tað var nógv gott og lesliligt at fáa frá mongu búðunum frammanfyri Mentanarhúsið. Laksur, grillaður, stoyktur ella royktur, royktur makrelur, fiskasuppur, rulli- og kjøtpylsa av Trøllanesi, turrurfiskur frá Høvdavirkinum í Lorvík og mikið annað stóð á skrá.

Paraplygøtan er altíð hugnalig, har serliga barnatiltøkum á skrá, Ribarhús hevði sín sjálvsagda lut á slíkum døgum, har ein áhugaverd framsýning av verkum eftir Poul Horsdal, varð sett upp.

Í Ribarhúsi varð eisini boðið til ”Ommukaffi við Abbakøkum” – og sjálvandi stóð fitta og fyrikomandi Oddvør á Lakjuni fyri hesum tiltaki.

Jú, í góðveðrinum í Fuglafirði í dag, fóru maður og kona av húsi. Skráin er áhugaverd, drúgv og long, og kann síggjast á www.mh.fo

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Býráðsskráin 28. mai
ABC-samgongan, fiski­vinnan og spurningur…
Saman við Selberg undir Jøklinum
Anfinn & Co. - Norð­oyastevnu­konsert
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Pylsuhugni í miðbýnum
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Theresa vitjar Norðlýsið
Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin
Norð­oyastevnucafé í Varpinum
Vælkomin Aksel Bendtsen !
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Lýsing