Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: Eina kvinnu sum fiskimálaráðharra

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.09.2019 - 21:43 Myndarøð Politikkur Tíðindi

Vit vóru ein túr við myndatóli og vitjaðu í løgtingshúsinum har Sambandsflokkurin,  Fólkaflokkurin og Miðflokkurin samráðast um nýggja samgongu.

Uttanfyri Gamla Apotek hittu vit tær báðar fólkaflokskvinnurnar, Anniku Olsen, borgarstjóri í Havn og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna úr Klaksvík.

Tær vóru júst á veg at fáa sær okkurt at eta og lagið var sera gott, men tær vildu tó einki siga um samráðingarnar.

Men tá vit spurdu um komandi fiskimálaráðharrin kanska verður ein kvinna søgdu tær við ein munn: ”Sjálvsagt!”

Í kantinuni í løgtingshúsunum var lagið sera gott. Flokksformennirnir høvdu ikki stundir at práta, men søgdu tó at enn var arbeitt við samgonguskjalinum og at teir als ikki høvdu umrøtt málsøkjabýti og enn minni hvørji landsstýrisfólkini verða.

Í einum fundarrúmið sótu Christian Andreasen, Jacob Mikkelsen og Johan Dahl  og eisini her var gott lag, men teir hildu tætt tá spurt var um samráðingarnar.

Ein hurð fór upp og so komu vit inn í rúmið har samgonguskjali bleiv reinskrivað og málsliga eftirhugt og snikka til. Hesa uppgávuna høvdu Helgi, Bill og Jógvan á Lakjuni tikið á seg og sagt var at samgonguskjalið var væl ávegis.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…