Lýsing
Lýsing
Teirbáðir Christian og Jógvan avmyndaðir á Kósini tá teir vóru heiðraðir sum vinnarar av "The Doble" (størsta fongin og fiska mest pr. mann) í fiskikappingini hjá Lions í Klasvík 1988.

Úr útvarpssavninum hjá Norðlýsinum: Samrøða við Jógvan Vágsheyg og Christian Olsen um barnaárini í Víkunum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.09.2019 - 04:31 Kykmynd Tíðindi

Oliver Joensen, blaðstjóri, gjørdi samrøðuna í sending sum Norðlýsið hevði á Rás2 í 2002.

Áhugavert brot úr fótbóltssøguni. Christian Olsen var fyrsti formaður FSF's og Jógvan Vágsheygg var eitt skifti formaður í KÍ:

Tann 30. November 1977 var hetta hjartasuffi at lesa í Sosialinum, frá formanni ÍSF’s Cristian Olsen. Hetta var áðrenn FSF varð sett á stovn og føroyska fótbóltskappingin var partur av ÍSF.

ÍSF hevði júst havt vitjan av aðalskrivaranum í FIFA, Tore Brodd, og formaðurin í ÍSF úttalar at hann hevur vón um at Føroyar fóru at gerast limir í FIFA á vári 1979.

 

”Nógvir trupuleikar

Cristian Olsen sigur at nevndi í ÍSF hevir havt nógvar trupuleikar at dragast við farna kappingarárið og ikki altíð hava teir verið so lættir at vunnið á:’

Dómaratrupuleikin gekk sum ein reyður tráður gjøgnum alt kappingarárið. Oftani var ongin dómari, tá dystur skuldi byrja, og tað hendi at tað vóru fleiri dómarar og enntá bert ein dómari – eingi lið!

Klagurnar. Ið komu inn í ár vóru eisini sera nógvar og tær vóru í flestu førum á ógvuliga lágum plani, segði Christina Olsen.”

(Sí mynd niðanfyri)

Føroyar gjørdust ikki limir av FIFA fyrr enn í 1988.

 

Brot úr søgu FSF’s

 2. juli í 1988 vórðu Føroyar limir í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, og 18. apríl í 1990 vunnu Føroyar limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA. Síðani limaskapurin í altjóða og europeisku samgongunum gjørdist veruleiki, hava Føroyar luttikið á jøvnum føti við øðrum fótbóltstjóðum í fótbóltspolitikkinum og kappingum fyri landslið og feløg.

Eftir at altjóða limaskapurin var vorðin veruleiki, var næsta stigið at taka lut í altjóða fótbóltskappingum. Síðani 1930 og fram til altjóða limaskapin spældu Føroyar landsdystir ímóti Íslandi (A, B og U), Hetlandi, Orknoyggjum, Grønlandi og eisini ímóti donskum landsliðum (U-21 og veteranlandsliðnum). Føroyar luttóku síðst í áttati og fyrst í níti árunum í fótbóltskappingunum á Oyggjaleikunum.

Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin 24. august í 1988. Talan var um vinardyst ímóti Íslandi í Akranesi, sum vertirnir vunnu 1-0.

Í 1990-91 vóru Føroyar fyrstu ferð við í EM undankapping. Í hesi kappingini vórðu heimadystirnir spældir í Landskrona í Svøríki, tí Føroyar áttu ongan altjóða góðkendan grasvøll. Tiltikin er fyrsti heimadysturin, sum var 12. september í 1990 ímóti Eysturríki. Føroyar vunnu 1-0. Í 1992-1993 luttóku Føroyar fyrstu ferð í HM undankapping. Síðani 1992 hava heimadystirnir verið spældir í Føroyum. Vøllurin á Svangaskarði á Toftum hevur verið nýttur síðani 1992, og Tórsvøllur í Havnini hevur verið nýttur síðani 1999.

Í 1992 luttóku føroysk feløg fyrstu ferð í Europa Cup kappingum. Meistararnir í kvinnufótbólti hava luttikið í Europa Cup síðani 2001, og Føroyar luttaka í NM kappingum fyri U-17 landslið og EM undankappingum fyri U-17 og U-19 landslið.

Seinastu árini hevur Fótbóltssambandið nýtt nógva tíð og orku at arbeiða við minstukrøvunum hjá FIFA. Hesi snúgva seg um krøv til Fótbóltssambandið sjálvt og um krøv, sum FIFA umvegis FSF hevur sett feløgunum. Krøvini hava eitt nú við fysisku karmarnar, fíggjarliga grundarlagið, fyrisitingarliga kervið og við útbúgvingar og leiðslu sum heild at gera.

Eftir ársskiftið í 2003 vórðu húsini hjá FSF í Gundadali tikin í nýtslu. Hægsti myndugleikin í Fótbóltssambandi Føroya er aðalfundurin. Sjey manna nevndin verður vald av aðalfundinum. Annaðhvørt tveir og annað hvørt ár tríggir nevndarlimir valdir. Annaðhvørt ár verður formaðurin valdur, og annaðhvørt ár verður næstformaðurin valdur.

Í FSF fyrisitingini eru aðalskrivari og afturat honum tólv starvsfólk. Harafturat eru fleiri landsliðsvenjarar knýttir at Fótbóltssambandinum.

(Kelda: FSF.fo)

----

Tann 25. oktober 2002 vóru Christian Olsen og Jógvan Vágsheygg, í sendin sum Norðlýsið hevði hvønn fríggjadag á Rás2. Vertur er Olivar Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Don Quixote aftur á hestbak
KÍ vann stórsigur
Gunvá: Vit fáa onki at vita
Klaksvíkar kommuna respektleys
Gadus siglir heim
U19-lands­liðsleikari gjørt langan sáttmá…
Karl Birgir gav Pochettino føroyska troy…
Morgunsangur í Fuglafjarðar kirkju
Gott fiskarí í Fuglafirði
Gott fiskarí í Fuglafirði
Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.…
Nakrir útróðrarbátar í dag
Grøna leiðin nýtist ikki at kostað kassa…
Fer grøna orkuskiftið at kosta okkum kas…
1.deild hjá KÍ spælir sín síðsta heimady…
Bretland og ES hava gjørt avtalu um Brex…
Takk til tykkum mongu ið hava stuðlað ok…
Londonbúgvar  í øðini inn á ”verðurlags-…
Loysnin á kreppuni í Katalonia er samrøð…
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…