Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðslu avbjóðingarnar á eystara armi á Skálafjørðinum mugu við í samgonguskjalið

SKRIVAÐ: Terje B. Vestergaard  |  10.09.2019 - 15:32 Lesarabrøv Politikkur

Eg fari hervið, sum varaborgarstjóri og býráðslimur í Runavíkar kommunu,  at koma við einari inniligari áheitan á samráðandi samgongu partarnar, um at taka  ferðslu avbjóðingarnar á Eystara armi á Skálafjørðinum við í eitt komandi samgonguskjal. 

Tað er sera álvarsamt, at vit í stórum fetum nærkast til at koyrandi verður undir Tangafirði, og vit enn ikki hava eina greiða ætlan frá landsmynduleikanum, hvussu vegaføringin frá tunlinum skal ganga! 

Vit fáa ein tunnilsmunna upp, mitt í ein miðbý, og tunga ferðslu ið kemur at ganga mitt ígjøgnum tætt bygd økir!

Her er talan um ferðslu ígjøgnum allar bygdirnar framvið eystara armi á Skálafjørðinun, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Søldarfjørð, Skipanes og Bygdina í Skálafirði. 

Hetta er sera álvarsamt, og kann fáa sera óhepnar fylgjur fyri tey menniskjuni ið dagliga búleikast og starvast í hesum økinum. 

Eg fari eisini at heita á polittikarar um at “sooma” út, og hyggja uppá aðrar alternativar møguleikar enn tunnil úr Gøtudali inn í Skálafjørð, og kanna um tað til dømis ber til at gera tunnil úr Gøtudali og suður undi eystara armi á Skálafjørðinum og út í Runavíkina. 
Hetta vil loysa allar avbjóðingarnar við ferðslu gjøgnum tætt bygdu bygdirnar her og stytta munandi um farleiðina úr norður Føroyum til miðstaðin og øvugt. 


Góðu samráðingarpartar, latið ikki standa til meira, men fái nú skjalfest eina loysn við tilhoyrandi játtan, so farast kann ígongd beinanvegin! 
Við bestu ynskjum um gott samgongustev. 


Terje B. Vestergaard
Varaborgarstjóri og býráðslimur í Runavíkar kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kvøldskúlin: tilmeldingin letur upp í da…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum