Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Hjúnabandslógin skal reinsast

SKRIVAÐ: Karin Kjølbro  |  12.09.2019 - 19:04 Lesarabrøv Mentan

Hvørki fyri harðskap í hjúnarlagnum ella barnapíning, men  hjúnarbandslógin skal reinsast fyri samkynd. Hetta var boðskapurin frá formanni Miðfloksins, Jenisi av Rana, aftaná valið, og inngangur hansara til samgongusamráðingarnar. Hjúnalag millum samkynd er ein spilt vøra ella ein rotin vøra, nakað soleiðis orðaði hann seg. Henda hatursatsókn var nevnd fleiri ferðir í almenna rúminum.  Eisini nevndi hann, at tað vóru nógvir hættir at fremja slíkt.

Tigast kann ikki við afturvirkandi megi, og eingin umbering er komin frá atsóknarmanninum fyri niðrandi og hóttandi talu.

Eftir mínum tykki er hetta ókristilig herferð og  beinleiðis brot á §266b, har sagt verður, at hóttandi,háðandi ella niðrandi umrøða vegna kynsliga orientering er revsiverd.

Nú er eitt høvi at royna §266b í Føroya Rætti. Tá hugsað verður um atburðarlag Miðfloksins í spurninginum um LGBT-fólk sum heild, og reinsing av hjúnarbandslógini er nýggja hatursherferðin, so er ikki langt til, at svarta samgongan fer at strika §266b í revsilógini.

So verið á varðhaldi øll, ið vilja verja vunnin rættindi, og sláið manngarð um tey samkyndu.

Karin Kjølbro

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku