Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tríggir fyrrverandi fiskimálaráðharrar Bjørn, Vestergaard og Jóhann Dahl. Myndin er tikin í samband við landsdyst í Gundadali móti Grikkalandi

Jacob Vestergaard landsstýrismaður í Fiskivinnumálum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  13.09.2019 - 08:53 Politikkur Tíðindi

Nú klokkan 9 fóru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin á fund fyri at royna fyri seinastuferð um semja kann fáast um seinastu partarnar av málsøkjabýtinum og sum skilst er semja um tað mesta.

Tað má sigast at samgongusamráðingarnar hava verið sera intensar, hóast samráðingarleiðarin hevur loyvt pørtunum at havt fleiri steðgir. Eisini hava samráðingarfólkini megna at hildi sera tætt, so miðlarnir hava verið reduseraðir til gitingar og tí er sera lítið frætt frá samráðingunum.

Klokkan tíggju í morgun fer samráðingarleiðarin, Bárður Nielsen, til Løgtingsformannin at greiða frá  um talan verður um eina borgarliga samgongu ella um hann ætlar at royna aðra samgongu.

Sum skilst er samgonguskjalið avgreitt, men enn er málsøkjabíti ikki komið uppá pláss. Sum skilst hevur Bárður Nilsen sligið markapelarnar hjá Sambandsflokkinum fastar í vøllin og hevur gjørt greitt at Sambandsflokkurin ikki flytur seg longu. Tí verður fundurin við hinar floksformenninar vantandi stuttur í morgun, um Miðflokkurin og Fólkaflokkurin ikki vilja flyta seg. Júst hvat ósemjan snýr seg um hevur tað ikki eydnast okkum at fingið heilt greiðu á.

Men tað ljóðar at Bárður hevur lovað Miðflokkinum tveir týdningarmiklar sessir og tí heldur Miðflokkurin fast um ein landsstýrissess og ein av týdningarmiklastu nevndarsessunum - allarhelst formannsessin í løgtingsins fíggjarnevnd.

Tað liggur í kortunum at formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður Nielsen, verður Løgmaður og Sambandsflokkurin fær Fíggjarmál. Fólkaflokkurin fær Fiskivinnumál, har Jacob Vestergaard verður landsstýrismaður og eitt sterkt Vinnumálaráð við Jørgen Niclasen í landsstýrissessinum.

Sum skilst vil sambandsflokkurin ikki ganga við til at Miðflokkurin fær landsstýrissess + formannin í fíggjarnevndini og sum skilst vil hvørki Bárður ella Jenis bakka. Vit kunnu so gita at Sambandsflokkurin fær Almannamál og at Rósa Samuelsen verður landsstýrisfólk. Hvør síðani far Mentanarmál, uttanríkismál, umhvørvismál o.s.fr. kunnu vit bara gita.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund