Lýsing
Lýsing
Lýsing

Viðareiðisrenningin útsett til í morgin

SKRIVAÐ: Renning  |  16.09.2019 - 21:30 Ítrottur Tíðindaskriv Tíðindi

Fyri veður er Viðareiðisrenningin, sum skuldi verða í dag kl. 18.00, útsett til týsdagin somu tíð

Renningin er vegna veður útsett til týsdagin 17. september kl. 18.00 !

----------

Viðareiðis Renningin 2019 verður mánadagin 16. september kl. 18.00. Fyrstu ferð Treysti skipaði fyri rennikapping á Viðareiði var í 2005. Viðoyingar hava tikið sera væl undir við tiltakinum hvørja ferð, men eisini onnur hava leitað sær norður til Viðareiðis til hetta hugnaliga rennitiltak.

Kappingarnar byrjað kl. 18.00 og renna yngstu bólkarnir fyrst. Rennikappingin verður skipað á sama hátt sum hon plagar. Fyri at hava betur stýr á málinum, so renna gentur og dreingir hvør sær, um bólkarnir blíva ov stórir.

Bólkarnir í 2019 eru hesir:
Gentur/dreingir 0-6 ár f.2013 ella seinni) - renna 250m
Gentur/dreingir 7-8 ár (f.2011-2012) - renna 250m
Gentur/dreingir 9-10 ár (f.2009-2010) - renna 500m
Gentur/dreingir 11-12 ár (f.2007-2008) - renna 500m
Gentur/dreingir 13-16 ár (f.2003-2006) - renna 1.000m
Kvinnur/Menn (f.1974-2002) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn vet. (f.1964-1973) - renna 2,7km
Kvinnur/Menn supervet. (f.1963 ella fyrr) - renna 2,7 km

Heiðursmerkir
Heiðursmerkir, stuðlaði av Viðareiðis Kommunu, verða latin til nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki og harafturat okkurt leskiligt til allar luttakararnar.

Tilmelding
Tilmelding fer fram á staðnum við ein bil frá Malltek frá kl. 17.15 mánadagin. Startur og mál verða við norðara enda á Nýggjavegi.

Luttøkugjaldið er kr. 20 fyri børn og kr. 50 fyri vaksin.

Rutur
Børnini renna øll á Nýggjavegi, sum verður avsperraður meðan runnið verður. Tey yngstu renna hálva leið yvir á Grømma at venda og aftur. Tey størru og eldru renna eina ferð yvir á Grømma at venda og aftur, meðan tey størru børnini renna tvær ferðir yvir á Grømma at venda og aftur. Tey vaksnu, sum skulu renna 2,7 km, renna eitt umfar runt á Viðareiði, sum er oman í Ónagerði, eystur í Eiðsvík og aftur til Nýggjaveg.

Øll eru vælkomin at verða við og vónar Treysti at luttøkan verður eins góð sum undanfarin ár!

Niðanfyri eru nakrar myndir frá seinastu Viðareiðisrenning.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…