Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mesti vindurin verður í annaðkvøld og nakrar tímar sunnunáttina, 20 til 25 m/s úr útsynningi-suðuri. | Mynd: Fstoppers

Stormur annaðkvøld

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.09.2019 - 15:49 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstið, sum kemur við hesum veðrinum, var á middegi á dag statt ein landsynning úr Kappanum. Tað ferðast í ein landnyrðing og fer fram við sunnara parti av Íslandi í nátt og morgin ári. Seinnapartin í morgin verður tað statt einar 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Tann mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna av lágtrýstinum, so hetta økið fer tvørtur um Føroyar eystureftir seinnapartin í morgin, í annaðkvøld og sunnunátt og -morgun.

Tað er ikki so lágt trýst í miðjuni á lágtrýstinum, sum ein skuldi trúð, tá ið vindferðin væntast upp í storm – fer at liggja um 980hPa, tá ið tað er djúpast, og vindurin er tann mesti.

Seinnapartin í dag eru 8 til 12 m/s úr høgum útsynningi og ælaveður. Í kvøld minkar vindurin eitt sindur.

Í nátt fer ættin niður í sunnan, tað fer at regna. Í morgin ári regnar illa kring alt landið, og vindurin er vaksin upp í 13 til 18 m/s.

Á middegi (pluss/minus) slítur í, og ættin støkkur vesturum til útsynning. Vindurin minkar aftur eitt sindur, men um trý-tíðina fer vindurin at veksa, og eina løtu seinni fer aftur at regna.

Klokkan 20 eru 20 til 25 m/s í miðalvindinum. Hvirlurnar upp ímóti 30 m/s.

Um midnáttarleitið fer ættin krúpandi upp um vestan til útnyrðing-vestan ella útnyrðing. Vindferðin er tann sama, um 20 til 25 m/s.

Fram ímóti morgni fer vindurin at minka. Klokkan 7 sunnumorgun eru 10 til 15 m/s í norðaraparti av Føroyum. Tað fer ikki at minka líka skjótt í sunnara parti av landinum.

Á middegi sunnudagin eru 8 til 12 m/s og ælaveður.

Seinnapartin sunnudagin minkar javnt og samt, og um nátturðatíð er vindferðin komin niður í 5 til 10 m/s.

Gevði gætur, at hetta lágtrýstið kemur nær. Tekur tað ein aðra leið – eitt lítið sindur longur norður ella suður – so fer veðrið ikki at vera júst soleiðis, sum her er spátt.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar