Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kaj Leo Holm Johannesen verður heilsumálaráðharri og tískil maðurin, ið skal tryggja at viðgerðartrygdin verður framd | Mynd: John William Joensen

Samgonguskjalið uppá fimm minuttir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.09.2019 - 13:25 Politikkur Tíðindi

Vit hava hugt at teimum 29 síðunum í samgonguskjalinum og tikið hæddarpunktini burturúr. Tær allarstørstu og mest kollveltandi broytingarnar eru á fiskivinnuøkinum, so tær verða umrøddar í eini grein fyri seg. Her er ein samandráttur av samgonguskjalinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.

Á heilsuøkinum hevur Sambandsflokkurin fingið sítt ígjøgnum, og viðgerðartrygdin uppá 30 dagar er sett í samgonguskjalið. Tað merkir, at ongin skal bíða longri enn ein mánað eftir at sleppa í viðgerð. Samstundis skulu allar bíðitíðir til sjúkrahúsini almannakunngerast. Somuleiðis skulu CPR-nummur og P-tøl samankoyrast, so tað verður lættari fyri sjúklingin, um hann skal til viðgerðar uttanlands. Skaðastovurnar skulu eisini fáa eina psykiatriska tilbúgving, soleiðis at sjúklingar við sálarligum trupulleikum kunnu fáa bráðfeingis viðgerð.

Avgerðin hjá Sirið Stenberg um at takka nei til Diabetesmiðstøð í Føroyum verður tikin aftur. Novo Nordisk stendur ikki nevnt í samgonguskjalinum, men ein diabetesmiðstøð skal setast á stovn og latast skal upp fyri uttanhýsis serfrøði.

Á almannaøkinum verður grundupphæddin skattafrí, barsilsfarloyvið verður eitt heilt ár og meira fleksibult, umframt at rættindi hjá mammum og pápum, ella sum tað er orðað: hjá børnum til mammu og pápa, verður javnari. Annars verður ikki kollvelt tað stóra á almannaøkinum, og beinleiðis er nevnt, at Markamótarskjalið hjá undanfarnu skal brúkast aktivt.

Mentamál og undirvísingarmál verða heldur ikki fyri stórum broytingum. Privatskúlar skulu stimbrast, eins og eftirskúlar, lærlingar skulu fáa ein størri part skattafrían, og breytarskipanin á miðnámi verður endurskoðað. Undirvísing av fremmandamálsligum borgarum verður uppraðfest og kreativu og handaligu lærugreinirnar styrktar, verður m.a. sagt. So at síggja til snýr mentamálaøkið í samgonguskjalinum seg fyrst og fremst um at styrkja og menna tað verandi, og ikki um at broyta ella avtaka nakað serligt. Tó so skal tjóðleikhús gerast, og skipanin við mentanar- og listarstuðuli endurskoðast. Og lagt verður upp til rímiliga stórar broytingar í Kringvarpi Føroya.

Á umhvørvis- og orkuøkinum verður hildið fast um grønu kósina, og skipaflotin skal tileggjast at verða endurnýggjaður. Landið skal gera yvirskipaða lóggávu ímóti larmi frá skipum og luftdálking. Elnetið skal skiljast frá SEV, og átøk setast í verk ímóti plastdálking. Aftur her síggja vit ongar ógvusligar broytingar, einamest menning og styrk av tí verandi.

Vinnupolitiskt verða fleiri broytingar framdar. Samskiftisnetið verður skilt fult og heilt frá Føroya Tele, og jarðareigarar skulu ikki longur áseta gjøld hvør í sínum lagi; hetta skal samskipast saman við kommununum og landinum. Dentur verður lagdur á, at peningurin sum kemur frá ferðavinnu verður brúktur á staðnum, har ferðavinnan fer fram. Vit síggja eisini at samgongan hevur eina visión: Ein shippingvinna skal fáa karmar at mennast, skipabygging skal mennast, við tað at endurnýggjanin av flotanum fyrst og fremst skal fara fram í Føroyum, og so er ætlanin eisini at seta á stovn ein Íverksetaraportal.

Eitt, sum uttan iva harmar norðoyingar, er, at Tunlar Norður um Fjall ikki eru nevndir í samgonguskjalinum. Parturin um samferðslu er sera stuttur og sigur bert at ein samferðsluætlan við raðfesting skal gerast.

Bústaðarpolitiski parturin er eisini rættiliga knappur, og har er einasta stóra broytingin, at almenn og privat bústaðarbygging skal javnsetast.

Samgonguskjalið endar við at lýsa altjóðapolitikkin hjá samgonguni. Her síggja vit, at onkrar endurtøkur eru frá samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu, eitt nú sjálvstøðugur limaskapur í WTO og Norðurlandaráðnum. Hesum rakk undanfarna samgonga ikki, hóast tað eisini stóð í hennara samgonguskjali.

Munandi meira “íeygnafallandi” er tað, at samgongan ætlar at seta á stovn sendistovur í Japan og Ísrael. Hartil tekur samgonguskjalið Brexit fyri givið, tá tað nú umrøðir Bretland og ES sum tveir ymiskar partar.

Samanumtikið er tað fyrst og fremst á fiskivinnuøkinum, at tær heilt stóru broytingarnar verða at síggja, og samanbornar við tær eru ætlanirnar innan hini økini ikki so víðfevndar ella kollveltandi, kanska við undantaki av viðgerðartrygdini, ið má sigast at vera eitt stórt frambrot.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund