Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað verður Jacob Vestergaard, ið fer at taka sær av fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni | Mynd: John William Joensen

At kalla øll fiskivinnunýskipanin avtikin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.09.2019 - 13:31 Politikkur Vinna

Eins og Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og serliga Fólkaflokkurin boðaðu frá í valstríðnum og frammanundan, so verða sera stórar broytingar gjørdar í fiskivinnuni. Uppboðssølan verður avtikin heilt, menningarkvoturnar verða útfasaðar, soleiðis at skilja, at tær kunnu gerast varandi, um mett verður, at tær liva upp krøv um virðisskapan og burðardygd. Eisini verður nakað av royndarkvotum framvegis inni, og verða tær tiknar frá óbrúktum rættindum.

Tá tað kemur til útlendskan kapital í vinnuni, so verður ætlanin hjá undanfarnu samgongu um at fáa hann út sett úr gildi. Verandi kapitalur fær loyvi at vera í vinnuni, og kemur ein nýggj fyritøka at reka fiskivinnuskap, kann hon í mesta lagi hava 25% útlendskan ognarskap.

Samgongan hevur eisini heilgarderað seg. Rullandi loyvir við 10-ára uppsagnartíð verða sett í verk, og tað merkir, at ein fyritøka sum fær sítt loyvi uppsagt í dag, hevur tað fram til 2029, og tí kann ein møgulig onnur samgonga, sum kemur eftir hesa, ikki taka tey rættindini inn. Neyðugt er tískil at ein uppsøgn fer ígjøgnum fleiri valskeið. Hetta má sigast at vera sera tryggir karmar fyri vinnulívið, og tað er júst tað, vinnan hevur eftirlýst.

Ein onnur stór broyting er, at loyvini nú aftur verða knýtt at skipunum, umframt at tað nú aftur verður loyvt at handla við teimum. Til fer at bera at umseta síni rættindi í eitt ár ella selja tey endaliga. Í teimum førunum, har tey verða seld endaliga, skal skattur gjaldast av søluni. Manningarnar skulu heldur ikki longur gjalda fyri tilfeingið, við tað at uppboðssølurnar verða strikaðar.

Av øðrum lutum kann nevnast, at tilfeingisgjaldið verður framyvir grundað á yvirskotið, har mótrokning verður av útreiðslum til olju og rentur. Og ongin umlegging verður heldur til kvotaskipan, men hildið verður fast um fiskidagaskipanina. Bloytt verður eisini upp fyri kravinum um føroyskan kaikant.  Kravið stendur við, men fleiri undantøk verða møgulig.

At síggja til verður sostatt nærum onki eftir av teirri fiskivinnuskipan, sum varð samtykt tann 12. desember í 2017.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund