Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: KÍ-TB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.09.2019 - 06:23 Ítrottur Tíðindi

Í dag skal KÍ royna at vinna sín 3. sigur á rað.

Mótstøðuliðið hjá KÍ er TB, sum er einasta liðið í botn 5, sum KÍ hevur tapt ímóti í ár. KÍ hevur eisini vunnið sín størsta sigur í ár móti TB, so tað er ikki so lætt at rokna út, tá hesi bæði liðini møtast.

Hjá KÍ eru flest allir leikarar tøkir av teimum, ið hava spælt seinastu tíðina. Simen Sandmæl fór út í hálvleikinum seinast, men er heilt frískur nú. Deni Pavlovic er eisini tøkur eftir at hava havt leikbann í seks dystir. Tó er ivasamt, um Semir Hadzibulic verður tøkur vegna skaða eins og ivamál er um Meinhardt P. Joensen og Steinbjørn Olsen, ið ikki hava vant saman við hinum í vikuni. Hjá TB er stóri spenningurin, um Ken Fagerberg verður tøkur. Hann hevur verið nógv skaðaplágaður síðstu tíðina og spældi ikki seinast.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 16.45 og dómari verður Petur Reinert.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund